mikudagur 5. august 2020
Luttak í spurnarkanning um sálarheilsu
Luttak í spurnarkanning um sálarheilsu

14. apríl 2020 - kl. 14:00


Nú verður sálarheilsan hjá løntakarum undir Codiv-19 kannað. Kanningin verður framd í samstarvi millum Fakfelagssamstarvið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og Granskingarráðið hevur stuðlað kanningini fíggjarliga.

 

Treytin fyri at luttaka í kanningini er, at tú skalt hava verið í starvi inntil 12. mars 2020, tá átøkini vórðu sett í verk og tú skalt vera eldri enn 18 ár.

 

Kanningin er dulnevnd. Ongar persónsupplýsingar verða umbidnar ella skrásettar. Tað tekur umleið 10 min. at svara spurningunum. Nýtir tú tína fartelefon, er neyðugt at leggja hana vatnrætt fyri at síggja allar svarmøguleikarnar.

 

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðing og phd, á telduposti: annika@sal.fo

 

GG: Kanningin er lokað!

 


« Aftur