leygardagur 31. oktober 2020
Limakunning: Restfrítíð og avspáking
Limakunning:  Restfrítíð og avspáking

03. apríl 2020 - kl. 16:00


Tað áliggur leiðslum og starvsfólki at finna balanseraðar loysnir, sum eisini taka fyrilit fyri støðuni og ynskjunum hjá starvsfólkunum. Tað mælir Starvsmannafelagið til, nú kunning er send út til starvsfólk hjá landinum um restferiu og uppsparda frítíð/flexsaldo. Lesið um boð og reglur her.

 

Nú um dagarnar eru starvsfólk, ið arbeiða hjá landinum, kunnað um hvussu stovnarnir skulu avgreiða avgreiða feriu- og avspákingardagar, sum starvsfólk eiga til góðar í hesum feriuárinum. Hetta hendir eftir, at landsins myndugleikar hava viðgjørt støðuna vivíkjandi korona-tiltøkunum, og í hesum sambandi hava sent kunning út um hvussu restfrítíð og uppspard yvirtíð og flekssalda skulu haldast.

 

Kommunurnar og partafeløgini

Partafelagið Føroya Tele, sum Starvsmannafelagið hevur sáttmála við, hevur givið starvsfólkum sínum líknandi kunning. Hvat hitt partafelagið Posta og kommunurnar, sum Starvsmannafelagið eisini hevur sáttmálar við, mæla til, vita vit ikki. Við tað at reglurnar eru tær somu, er mest sannlíkt at tað verður gjørt umleið á sama hátt sum hjá landinum. Og tí kunnu tit sum starvast har, eisini hava ágóðan av hesi kunningina.

 

Tað snýr seg um frítíð og uppsparda avspáking

Orsøkin til kunningina frá landsins myndugleikum er, at nýtt frítíðarár byrjar 2. mai, sum hevur týdning fyri feriu frá verandi feriuári og sum tú ikki hevur verið hildin enn. Samstundis er samfelagið rakt av ringastu heilsukreppu í nýggjari tíð, har myndugleikarnir hava áhuga í at hava tamarhald á støðuni viðvíkjandi frítíð og avspáking hjá teimum alment settu.

 

Kunningin snýr seg um trý viðurskiftini:

  1. óbrúkt feria eftir feriulógini í verandi feriuári,
  2. óbrúktir feriudagar eftir sáttmálanum (serstaka feriuvikan/6.feriuvikan) í verandi feriuári, og
  3. uppspard tíð/flextíð, sum starvsfólk eiga til góðar.

 

Niðanfyri greiða vit frá boðunum frá myndugleikunum og hvørjar reglur galda á økinum. Vit greiða eisini frá støðuni hjá Starvsmannafelagnum. Tað er gott at vita, tá ið tú skalt gera avtalur um at leggja frítíð og avspák.

 

Sigast skal beinanvegin, at einki er broytt við reglunum. Nú sum fyrr eru tað løgtingslógin um frítíð (frítíðarlógin) og sáttmálarnir, sum regulera viðurskiftini. Leiðslurætturin gevur tínum arbeiðsgevara rætt til at skera ígjøgnum, men eru grundleggjandi ósemjur kann trætan roynast í rættinum. Tað tað sleppa vit vónandi undan.

 

Lat okkum taka feriuna fyrst. Har hevur tú sum limur í Starvsmannafelagnum feriu bæði eftir frítíðarlógini og eftir sáttmálanum. Um tú hevur arbeitt eitt fult innvinningarár (tað frá 1. apríl 2019 til 30. mars 2020), so hevur tú rætt til 5 vikur við vanligari løn eftir lógini. Harafturat hevur tú rætt til eina viku eftir sáttmálanum, 6. feriuvikuna.

 

1.Restferia eftir frítíðarlógini

Fyrstu boðini frá Fíggjarmálaráðnum eru um møguligan restferiu eftir frítíðarlógini.

 

Frítíðarlógin er strong: Tú skalt brúka frítíðina í frítíðarárinum, sum gongur frá 1. mai til 30 apríl. Annars fellur hon burtur. 1. maj er tí eitt skerningspunkt fyri restferiu.

 

Vegna serligu støðuna, sum er íkomin, hevur Fíggjarmálaráðið tó avgjørt, at tey sum eru í kritiskum arbeiðsfunktiónum og tí ikki fáa hildið feriu, sleppa at flyta sínar feriudagar eftir lógini, yvirum 1. mai; so at tey kunnu halda feriudagarnar í komandi feriuári.

 

- Starvsmannafelagið fegnast um hetta, tí á hendan hátt møta myndugleikarnir teimum, ið ikki fáa hildið feriu orsaka av COVID-19, so at feria ikki dettur burtur av hesi grund. Hetta hevur verið eitt ynski frá fakfeløgunum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

 

Hjá øðrum starvsfólkum er støðan ikki øðrvísi enn vanligt. Tey mugu royna at gera avtalu um at halda feriudagarnar eftir lógini áðrenn 1. maj. Annars fella teir strangt tikið burtur, soleiðis sum lógin sigur, og hetta er ikki øðrvísi enn tað plagar at vera.

 

2.Restferia eftir sáttmálunum

Myndugleikarnir hava eisini givið boð um, at eingin avtala verður gjørd í hesum feriuárinum um at gjalda út 6. feriuvikuna 1. maj. Hendan “sýtingargarrættin” hava tey eftir sáttmálanum.

 

Útgangsstøði er, at avtalur, um at gjalda út 6. feriuvikuna, í staðin fyri at halda hana, skulu verða gjørdar áðrenn eitt frítíðarár byrjar, t.v.s. áðrenn 2. mai í fjør. Kortini ber til at gera slíka avtalu í sjálvum feriuárinum, treytað av at partarnir eru samdir um tað. Og tað ætla arbeiðsgevararir so  ikki at gera hesuferð. Avgerðin er tikin fyri at avmarka fíggjarligu útreiðslununum hjá landinum í verandi støðu, verður sagt.

 

Hevur tú eina avtalu um at gjalda serstøku feriuvikuna út, sum varð gjørd áðrenn 2. mai í fjør, skal avtalan tó haldast sum avtalað.

 

Spurningurin er so, hvat ið tú so kanst gera, um tú eigur serstakar feriudagar til góðar, sum tú nú ikki fært útgoldnar.  Tú kanst avtala, at dagarnir skulu haldast í hesum feriuárinum, men til ber eisini at gera avtalu um at flyta feriudagarnar at halda í komandi feriuári. Tað sigur sáttmálin.

 

Avtalan um at flyta serstakar feriudagar skal vera skrivlig. Hon kann umfata allar dagarnar ella nakrar av døgunum. Tit skulu eisini avtala nær fluttu dagarnir verða hildnir.

 

Sáttmálin sigur, at dagarnir verða lagdir í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Tað er eingin ávís fráboðanarfreist, men tess fyrr tú sigur sigur frá tess betri eru møguleikarnir at fáa uppfylt feriuynskini.

 

3.Uppspard tíð/flexssalda

Boðini frá landsins leiðslu eru eisini, at stovnarnir í hesum døgum royna at avvikla samansparda tíð/flexssaldu í yvirskoti.

 

Sagt verður, at nú fólk arbeiða heima og tað kanska ikki er neyðugt at loysa annað enn tær mest átrokandi uppgávurnar, er høvi at eftirhyggja samansparda flekstíð hjá starvsfólki, og at gera avtalur um, at flexssalda verður avspákað.

 

“Vit mæla tí til at, flexsalda hjá starvsfólki, sum ikki røkja alneyðugar uppgávur, verður tikin upp og avgreidd innan 1. mai, alt tað ber til.”, stendur at lesa í kunning frá Fíggjarmálaráðnum til aðalstýrini. Fíggjarmálaráðið minnur tó á, at hetta skal vera gjørt í samráð við starvsfólkið.

 

Er talan um yvirtíð, sum skal avspákast, er reglurnar í sáttmálanum, sí § 27 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið. Hinir sáttmálarnir hava tilsvarandi ásetingar. Tað merkir, at avspáking skal avtalast, og um eingin avtala er gjørd um avspáking, tá ið tríggir mánaðir eru gingnir, skal yvirtíðin gjaldast út.

Avspák skal vera avtalað við rímiligari freist. Hvussu lagt skotbráðið skal vera er ikki beinleiðis ásett, men aðrar ásetingar í sáttmálanum kunnu tulkast sum at skotbráðið má vera í minsta lagi 3-4 samdøgur.

Summi arbeiðspláss hava flexskipanir, har flexað verður tíma fyri tíma. Minst til, at flexskipanir eru fyrst og fremst til fyri starvsfólkini fyri at geva teimum dynamikk í arbeiðstíðini. Talan er ofta um lokalar avtalur, har tit hava avrátt hvussu nógv minus og pluss, ið kann vera á salduni. Tað er altíð skilagott, at tú ikki eigur ov nógv ella skyldar ov nógv. Tosa við leiðaran um tykkara avtalu.

......

Frítíðarlógin

Sáttmálin: Um spák og gjald, § 27 á s. 11 og avtalan um serstøku feriuvikuna á s. 28.

Vegleiðing um sertøku feriuvikuna 


Súni Selfoss: Finnið balanseraðar loysnir!

 

 

Viðvíkjandi spurninginum um at halda og flyta serstakar feriudagarnar og at halda uppspardar frídagar mælir Starvsmannafelagið pørtunum til at finna balanseraðar loysnir, sum eru í samsvari við sáttmálan.

 

- Vit duga væl at síggja, at myndugleikarnir í verandi støðu hava áhuga í, at starvsfólki ikki upparbeiða ein stóran feriu- og frídagapukkil, tí at roknast kann við einum ávísum eftirsleipi eftir koronakreppuna, har tørvur verður á, at fólk eru tøk aftaná. Og tá ið tann tíðin kemur er helst ikki skilagott at standa við eini ovurstórari restferiusaldo, sigur Súni Selfoss.

 

-Hinvegin vilja staðiliga mæla frá, at leiðslurnar fara at tvinga møguligar longri periodir við restfrítíð og avspáking ígjøgnum í einum nú. Vit mugu minnast til, at sáttmálin sigur greitt, at hetta skal gerast í samráð og avtalum millum partarnar, og tað skal vera gjørt við eini rímiligari tíðarfreist. Koronatíðin er eingin feriutíð, og vit mugu ansa eftir, at endamálið við at halda frí – tað rekreativa – ikki heilt verður undirgrivið, bara tí at tað riggar til arbeiðsgongdina og planleggingina hjá tí almenna beint nú.

 

- Í verandi støðu kann tað vera freistandi hjá arbeiðsgevarunum, at biðja tey starvsfólk, sum ikki hava møguleika at arbeiða heimanífrá, ella ikki hava so nógv arbeiði at taka feriu ella at avspáka. Men her mugu vit ikki gloyma, at tað eru arbeiðsgevararnir, sum eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum, hava tikið avgerðina um broyttu arbeiðsgongdirnar. Arbeiðsplássið megnar ikki at liva upp til sínar arbeiðsskyldur, og tað kann starvsfólkið ikki gera við. Vit skulu sjálvandi møta hvør øðrum í hesi truplu støðu, men loysirnar skulu finnast í góðum samstarvi millum leiðsluna og starvsfólkið, ið eigur frítíðina. Tey skulu finna røttu javnvágina, soleiðis sum sáttmálarnir leggja upp til. Sáttmálarnir eru framvegis í gildi, hóast samfelagið er rakt av eini álvarsamari heilskreppu.

 

-Vit mæla tískil til, at starvsfólk og leiðsla finna rímiligar og balanseraðar loysnir, sum taka hædd fyri áhugamálunum hjá báðum pørtum. Myndugleikarnir hava skyldu at taka ynskini hjá starvsfólkunum við í planleggingina, og tað sjálvbodna má ikki vera avloyst av einsvegis leiðsluavgerðum. Heldur ikki í hesum tíðum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.


« Aftur