týsdagur 24. november 2020
Starvsfólka- og lønarviðurskifti
Starvsfólka- og lønarviðurskifti

24. mars 2020 - kl. 11:00


Nú Covid-19 virus er staðfest í Føroyum, hevur Starvsmannafelagið hesa kunning til sínar limir um starvsfólka- og lønarviðurskifti í okkara sáttmálaøkjum

 

GG: Seinast dagført 18-03-2020, kl. 16.00. Støðan kann broytast skjótt og almennu tilmælini og ráðgevingin tilsvarandi. 

 

Limirnir hjá Starvsmannafelagnum arbeiða bæði á almenna arbeiðsmarknaðinum, t.v.s. hjá landi, kommunum og kommunalum felagsskapum og hjá teimum báðum almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele, ið hoyra til privata arbeiðsmarknaðin. Og munur kann vera á viðurskiftunum. Hetta verður umrøtt nærri niðanfyri.

 

Gott at vita

Hetta er í stuttum vert at vita um tey starvsrættarligu viðurskiftini:

 

  • Álagt sóttarhald/avbyrging: Hetta er tá landslæknin/heilsumyndugleikarnir gera av, at starvsfólk skulu vera heima orsaka av Covid-19. Tað er antin tí at tey eru sjúk ella beinleiðis hava verið í sambandi við sjúk og tí kunnu hava fingið smittuna. Starvsfólkini hava rætt til løn undir sjúku ella sum undir sjúku. Tú skalt hava tína vanligu løn.

 

  • Sjálvboðið tilmælt sóttarhald/heimauppihald: Heilsumyndugleikarnir mæla til, at fólk, ið koma heima úr teimum serligu vandaøkjunum (reyðu økini) fara í sjálvboðið sóttarhald (familieophold) í 14 dagar. Í hesum sambandi mæla heilsumyndugleikarnir til, at arbeiðsgevarin áleggur starvsfólki ikki at møta til arbeiðis, og so skulu tey hava løn sum vanligt. Takast má sum givið, at ið hvussu so er almennu arbeiðsgevararnir fylgja tilmælunum á hesum øki. Á privata arbeiðsmarknaðinum hevur verið eitt sindur av iva um rættin til løn júst í hesi støðuni. Hjálparpakkin, sum løgtingið samtykti týsdagin 17. mars merkir tó, at sóttarhald, eisini heimauppihald, verður fevnt av dagpengarættinum. Samstundis sigur lógin, at arbeiðsgevarar, sum rinda fólki løn, eisini undir heimauppihaldi, fáa endurgoldið útreiðsluna í mun til aktuella dagpeningasatsin. Set teg í samband við  Starvsmannafelagið, um tú fært trupulleikar av hesum.

 

  • Heimaarbeiði: Myndugleikarnir mæltu hósdagin 12. mars til, at øll starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, uttan tey ið røkja viðbreknar samfelagsuppgávur, arbeiða heimanífrá næstu 14 dagarnar. Hetta skal skal vera eftir nærri boðum frá leiðsluni. Tú fært løn sum vanligt. Útvega tær fyri ordans skyld eina váttan frá arbeiðsgevaranum um, at tú skalt vera heima. Eisini í almennu partafeløgunum hava starvsfólk fingið í boði at arbeiða heimanífrá. 

 

  • Støður, ið kunnu umrøðast: Far ikki av arbeiðsplássinum av tínum eintingum. Metir tú sjálv/ur, at neyðugt er at vera heima í sjálvbodnum sóttarhaldi, skalt tú umrøða støðuna við arbeiðsgevaran. Landslæknin metir um hvørt sóttarhald er neyðugt. Metir landslæknin ikki, at sóttarhald er neyðugt, skal arbeiðsgevarin, sambært vegleiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum, gera eina ítøkiliga meting um, hvørt starvsfólkið hevur rætt at vera heima við løn.

 

  • Barnansing: Er tú ikki send/ur heim, og hevur tørv á barnaansing skalt tú venda tær til dagstovnin og boða frá nær tú hevur tørv á ansing og hví. Eitt av tilmælunum frá løgmanni seinasta hósdag var, at dagstovnarnir skulu hava eitt ansingartilboð til tey, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn. Tosið við arbeiðsgevaran/leiðaran um støðuna. Gerst tað neyðugt, bið so um eitt skrivligt viðmæli at lata ansingarstovninum. Loysir hetta ikki trupulleikan, kunnu tit umrøða aðrar møguleikar, t.d. avspáking ella at halda feriu, tú eigur til góðar. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum hava rætt til at fáa børn síni ansað á stovni, um eingin onnur loysn verður funnin. Starvsmannafelagið tekur undir við hesum. Tú kanst ráðføra teg við felagið um støðuna.

 

  • Uttanlandsferðing: Hugsa teg væl um áðrenn tú fert út at ferðast, serliga til lond, har Uttanríkisráðið mælir frá at fara. Verður starvsfólk í slíkum føri smittað av Covid-19, kann talan verða um, at starvsfólkið er blivið sjúkt av egnum ávum. Vandi er tá fyri, at tú missir rættin til løn undir sjúku, og tað kann eisini hava starvsrættarligar fylgjur.

 

 

Almenni arbeiðsmarknaðurin

Á tíðindafundi hósmorgunin 12. mars boðaði Bárður Nielsen, løgmaður frá, at Føroyar fara niður í ferð næstu 14 dagarnar. Kunngjørd vórðu 10 tilmæli, ið skulu forða fyri at coronasmittan breiðir seg í Føroyum. Tiltøkini komu alment í gildi mánadagin 16. mars.

 

Tilmælini eru at lesa á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni, og fyri tey alment settu eru serliga hesi tilmælini viðkomandi fyri setanarviðurskiftini:

 

  • Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima

 

  • Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn

 

  • Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum

 

Fyri landið, kommununar og teir kommunalu felagsskapirnar er meginreglan sostatt, at fólk skulu arbeiða heimanífrá næstu 14 dagarnar og boðini eru, at tey fáa løn sum vanligt. Tey, sum arbeiða í lyklastørvum og røkja neyðugar arbeiðsskyldur í samfelagnum, skulu tó vera til arbeiðis. Tey fáa nærri boð frá leiðsluni um hetta.

 

Skúlanir steingja. Ímeðan verður skipað fyri fjarundirvísing, og foreldrini hava ikki sjálvi undirvísingarskyldu. Hetta er skúlans ábyrgd.

 

Dagsstovnarnir og frítíðarskúlar upp í 3. floks børn hava eina minstumanning, so at tey, ið hava hava tørv á ansing, kunnu fáa børnini ansaði, eru boðini frá Føroya Kommunufelag. Lesið t.d. kunningina frá Tórshavnar kommunu.

 

Í aðrar mátar skulu starvsfólk hjá tí almenna halda seg til vegleiðingina um starvsfólka- og lønarviðurskifti í sambandi við Covid-19, sum Fíggjarmálaraðið sendi út 5. mars. 

 

Posta og Føroya Tele

Á privata arbeiðsmarknaðinum, har Posta og Føroya Tele virka, kunnu viðurskiftini verða øðrvísi.

 

Roynt verður at halda vinnuhjólini malandi. Í mun til almennu arbeiðsgevararnar hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki sent nøkur generell boð til privatu arbeiðsgevararnar um at senda fólk til hús.

 

Mælt verður til at halda seg til tilmælini frá myndugleikanum, og vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag til vegleiðingina hjá Fíggjarmálaráðnum um lønar- og starvsfólkaviðurskiftini í sambandi við cononavirus.

 

Á Posta og Føroya Tele hevur leiðslan biðið tey, sum kunnu, um at arbeiða heimanífrá. Harafturat eru sett ymisk heilsulig trygdartiltøk í verk, eins og avmarkingar eru ásettar um óneyðuga uttanlandsferðing.

 

Mikudagin 18. mars samtykti løgtingið ein bráfeingis hjálparpakka, ið skal fyribyrgja einum ógvusligum bakkasti og óneyðugum uppsagnum á privata arbeiðsmarknaðinum. Dagpengalógin er broytt. Hugtakið "sjúka" er víðkað, so at tað eisini fevnir um fráveru orsaka av covid-19, og arbeiðsgevarar, sum rinda fólki løn undir slíkari fráveru, fáa endurgoldið ein part av útreiðslunum frá dagpeningaskipanini. Eisini er ALS-lógin broytt, so at starvsfólk kunnu vera send heim í avmarkaða tíð við einum lønarískoyti frá ALS. Tey varðveita síni setanarrættindi, verða ikki uppsøgd og skulu sleppa aftur í starvið, tá ið støðan er vorðin normal aftur.

 

Les kunningina frá Føroya Arbeiðsgevarafelag um COVID-19 og starvsfólkaviðurskifti á heimasíðu felagsins.

 

 

 

Kunnið tykkum um støðuna generelt

Generelt fara vit at ráða limunum til at kunna seg um støðuna viðvíkjandi coronasjúku- og smittu og átøkum

 

Vitjið serligu heimasíðuna um Corona í Føroyum. Kunning fæst eisini á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, um ferðing og skúlagongd á Uttanríkis- og Mentamálaráðnum og vegleiðing um lønar- og starvsfólkaviðurskifti í sambandi við coronasjúkuna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. 

 

Hugsið tykkum um og roynið at avmarka sambandið við onnur mest møguligt. Fólk, sum eru sjúk av corona ella halda seg hava sjúkutekin skulu ringja til læknavaktina 1870. Um fólk hava spurningar um corona smittuna, kunnu senda ein teldupost til corona@hmr.fo

 

Vert er at nevna, at sambært arbeiðsumhvørvislóggávuni hava bæði starvsfólk og leiðslan á einum arbeiðsplássi skyldu at ansa eftir, at heilsustøðan er forsvarlig og at fyribyrgja smittuvanda. Lesið meira um tað á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum.

 

Støðurnar viðvíkjandi coronasjúkuna kunnu vera rættuliga ymiskar. Á heimasíðuni hjá danska fakfelagnum HK og á heimasíðuni hjá Fagbevægelsens Hovedorganisation, FH, ber til at lesa um ymsar ítøkiligar støður, ið kunnu stinga seg upp í sambandi við lønar- og setanarviðurskifti. Fyrivarni skal takast fyri, at onkur munur kann vera á almennu tilmælunum og hjálparpakkunum í Danmark og Føroyum.

 

Hevur tú spurningar um tíni ítøkiligu lønar- og sáttmálaviðurskifti, ber eisini til at venda sær til Starvsmannafelagið á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella við at ringja 614868.

 

Til álitisfólkini:

 

Hetta eru avbjóðandi tíðir, har tað hevur týdning, at allir partar møta hvør øðrum, so at vit koma ígjøgnum sum frægast. Álitisfólkini verða biðin um at ansa eftir, at tilmælini frá myndugleikunum og reglurnar um fráveru verða hildin. Eru ivamál, verða tit biðin um at venda tykkum til felagið.


« Aftur