Tilmæli um reinføri og atferð á arbeiðsplássinum

12. mars 2020 - kl. 10:00
Coronalinjan hjá landsstýrinum hevur orðað nakrar leiðreglur fyri arbeiðspláss við fleiri enn 10 starvsfólkum.
Vit loyva okkum at endurgeva ráðiðini frá heimasíðuni her:
Mánadagin 16. mars vóru tiløkini og tilmælini í samband við coronasmittuna broytt og herd. Mælt varð millum annað til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum. Men hvussu ávirkar hetta arbeiðsplássið, har fleiri enn 10 fólk mangan savnast? Her eru ráðini.
17. mars 2020 | kl. 12:50
Hvussu gera vit á arbeiðsplássinum?
Hesi almennu tilmæli eiga at verða fylgd:
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
- Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
- Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
- Vaska/spritta millum hvørja vakt.
- Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
- Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.
Kunnu vit halda kaffipausu saman?
- Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum.
- Jú færri tess betri – í mesta lagi 10 fólk.
- Har fólk eru saman eiga neyðug fyrilit at verða tikin.
- Hóskandi fjarstøða (2 metrar) skal haldast og havast skal í huga í allari atferð, at coronasjúkan smittar skjótt og lætt.
- Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Tað ber ikki til á mínum arbeiðsplássi at vera færri enn 10 fólk
Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni.
So vítt møguligt verður mælt til:
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
- Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
- Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini
- Vaska/spritta millum hvørja vakt
- Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná
- Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.
Greinin er at finna á heimasíðuni Coronalinjan her!
« Aftur
Fleiri