leygardagur 4. juli 2020
Starvsmetingarnevndir
 
Starvsmetingarnevndirnar eru tvær í tali. Tær eru mannaðar við umboðum frá ávíkavist Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
 
Uppgávan hjá nevndini er at útbyggja og eftirmeta lønarskipanina, viðgera øll flokkingarmál, og teir trupulleikar, ið koma upp, tá ið flutt verður yvir í nýggju skipanina.
 
Eru stovnar, sum í sáttmálaskeiðnum eru áhugaðir í at fara undir staðbundnar royndarskipanir við nýggju lønarskipanum, fara partarnir við vælvild at virka fyri tí.
 
Nevndin skal eisini virka fyri, at útbúgvingarskipanir verða gjørdar fyri ávísar starvsbólkar. Tað verður gjørt í samráð við stovnin.
 
Starvsmetingarnevndin fyri alment sett er mannað við tveimum umboðum fyri Fíggjarmálaráðið og tveimum umboðum fyri Starvsmannafelagið.
 

Jan Mortensen og Súsanna Nolsøe fyri Fíggjarmálaráðið

Súni Selfoss og Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið

 

Starvsmetingarnevndin fyri kommunalt sett er mannað við tveimum umboðum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og tveimum umboðum fyri Starvsmannafelagið.

 

Anita Fuglø og Jónleyg Bech fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Súni Selfoss og Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið

 

Starvsmetingarnevndin heldur fund eftir tørvi.