týsdagur 24. november 2020
10 góð ráð um happing á arbeiðsplássinum

 

Happing rakar sjálvt tey bestu arbeiðsplássini, um umstøðurnar loyva tí. Tað er munandi lættari og bíligari at fyribyrgja enn at grøða avleiðingarnar av happing. 

 

Tí er umráðandi, at øll eru á varðhaldi, so happing sleppur ikki at festa røtur í arbeiðsumhvørvið, har øll skulu trívast. 

 

Hópin av tilfar finst um fyribyrging av happing á arbeiðsplássinum, eitt nú á donsku heimasíðuni Voksenmobning Nei Tak!

 

Á síðuni finnast millum annað 10 góð ráð til tín, sum upplivir happing - antin sjálv/ur, sum avvarðandi ella sum vitni til happing á arbeiðsplássinum. Vit hava loyvt okkum at umseta ráðini leysliga.

 

10 góð ráð til tín, sum verður happað/ur

·       Trúgv tí, sum tú upplivir og skriva tað niður

·       Ger nakað við tað nú!

·       Deil upplivingarnar við onnur

·       Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar

·       Set teg í samband við Arbeiðseftirlitið

·       Hav ein hjásita við til samrøður

·       Fá stuðul frá leiðsluni

·       Met um starvið er stríðið vert

·       Set teg í samband við fakfelag ella lækna

·       Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak!

 

10 góð ráð til avvarðandi

·       Ver varug/ur við broytingar í atferðini hjá tínum avvarðandi

·       Spyr viðkomandi um atferðarbroytingarnar

·       Lurta og bjóða tín stuðul og nærleika

·       Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar

·       Virð, at viðkomandi hevur tørv á friði og at vera eina

·       Tak stig til tiltøk, sum gleðir viðkomandi

·       Eggja viðkomandi til at gera nakað við støðuna

·       Royn at styrkja sjálvsvirðingina hjá viðkomandi

·       Ansa eftir tær!

·       Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak! 

 

10 góð ráð til starvsfelagar, sum eru vitni til happing

·       Ver varug við broytingar í atferðini hjá starvsfelagnum

·       Fortel tað fyri tínum starvsfeløgum, tá tú sært happing

·       Fortel tað fyri leiðsluni eisini

·       Fortel tað fyri álitisfólki og trygdarumboði

·       Leita tær vitan um happing og avleiðingarnar

·       Ver netral mótvegis happara og happaða

·       Skipa tiltøk, so tann happaði verður ikki avbyrgd/ur

·       Stuðla undir at finna eina loysn

·       Ansa eftir tær!

·       Set teg í samband við Voksenmobning Nej Tak!