mikudagur 1. apríl 2020
Starvsmannafelagið - breitt, stórt og sterkt.

2.000 limir við omanfyri 300 ymsum starvsheitum. 
 
Vit eru: Portørar og læknaskrivarar á sjúkrahúsunum, dekkarar á ferjunum, eftirlitið á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, heilivágsmóttøkan á Tjaldurs Apoteki, eftirlitið hjá Taks og mong, mong onnur.
 
Øll í fólksins tænastu.
 
Vit góðtaka ikki, at okkara lønarlag dragnar afturúr. 
 
Seinastu ferð vit samráddust vístu vit stórt samfelagssinni. Nú er okkara túrur.
 
Tað er ikki meira enn rætt og rímiligt.