fríggjadagur 18. september 2020
5. Førleikamenna starvsfólk

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vaksnamannaútbúgving og lívlong læra eru grundarsteinar undir einum væl virkandi arbeiðsmarknaði. Talgilda samfelagið fer at seta stór krøv til umstilling og útbúgving, tí nógv størv fara at hvørva, og nýggj koma í staðin. Sáttmálarnir hava ásetingar um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum. Kanningar millum álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum benda tó á, at ásetingarnar um førleikamenning verða ikki hildnar, og at tað er ein trupulleiki, at arbeiðsplássini ikki hava fíggjarligar játtanir til vaksnamannaútbúgvingina.

 

Starvsmannafelagið heldur

At vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt og skipast við lóg, og sum partur av hesum skal markaður peningur játtast stovnunum, so at sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki.

 

FLOKKARNIR HALDA:

 

Sambandsflokkurin:

Sambandsflokkurin tekur undir við, at vaksnamannaútbúgving og førleikamenning mugu raðfestast politiskt. Hetta er neyðugt fyri at tryggja dagførda vitan og effektivitet í almennu skipanunum, ið skal veita øllum eina dygdargóða og effektiva tænastu.

 

Tað skal vera stovnurin sjálvur og tess leiðsla, sum gera av og raðfesta, hvat tørvur er á førleikamenning og tekur hædd fyri slíkum í umbønini til rakstrarjáttan.

 

Javnaðarflokkurin:

Vaksnamannalæra og førleikamenning eru avgerandi tættir í sosialdemokratiska vælferðarsamfelagnum. Tí eru vit sannførd um, at hetta økið skal raðfestast politiskt. Vaksnamannaútbúgvingar skulu setast á stovn fyri tey nógvu ófaklærdu, sum ikki fingu aðra útbúgving enn fólkaskúlan. Somuleiðis er áhaldandi førleikamenning neyðug í einum skjótt broytandi arbeiðsmarknaði, har vandi er fyri, at ávís størv fáa støðugt nýtt innihald ella hvørva heilt.

 

Í mun til at marka pening til endamálið, halda vit í Javnaðarflokkinum, at eitt hugskot er at seta ein útbúgvingargrunn á stovn til fígging av løn til teirra, ið fara í farloyvi til arbeiðsmarknaðar- og vaksnaútbúgvingar, eftirútbúgving o.a. førleikamenning.

 

Sjálvstýri:

Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning er ein náttúruligur partur av politiskari raðfesting,  og hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum góð hugskot, eiga tey at verða tikin við í samlaðu metingina.

 

Tjóðveldi:

Arbeiðsgevararindað førleikamenning hevur at kalla altíð sum endamál at nøkta ávísan tørv hjá arbeiðsplássinum sjálvum. Tað snýr seg um at fáa til vega førleikar til gagns fyri fyritøkuna/stovnin/arbeiðsplássið ella um at gera starvsfólk meira effektiv. Hetta er eisini í lagi sum liður í at menna arbeiðsplássið. Men hugburðurin eigur at broytast, soleiðis at veruliga persónlig førleikamenning verður raðfest nógv hægri. Tí er tað í lagi, at tað almenna skundar undir eina slíka gongd, eisini fíggjarliga. Persónlig førleikamenning eigur í fyrsta lagi at snúgva seg um at menna tað einstaka starvsfólkið eftir tess egnu ynskjum og upp á tess egnu premissir. Tað skal snúgva seg um førleikamenning, sum ger starvsfólkið betur brynjað til arbeiðsmarknaðin sum heild – eisini við tí endamáli, at starvsfólkið tann vegin kann nema sær førleikar at leita sær nýggjar starvsligar avbjóðingar á øðrum arbeiðsplássum. At ganga ta leiðina fer í seinasta enda at koma øllum arbeiðsmarknaðinum til góðar.

 

Framsókn:

Útbúgving og førleikamenning eru hornasteinar í einum vælvirkandi samfelagi, og tí skulu útbúgvingartilboð eisini skipast fyri vaksin – ein verulig skipan, har eisini førleikameting av væl royndum starvsfólkum verður partur av tilboðnum.

 

Fíggingin eigur at vera lutvís frá landinum og lutvís frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum verður ásett í samráðing millum allar tríggjar partarnar.

 

Miðflokkurin:

Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning eru vorðnir alsamt meira týðandi partar av arbeiðsmarknaðinum, tó tørvurin hevur verið til staðar gjøgnum allar tíðir. Eitt vælútbúgvið og kunnleikament fólk er fortreytin fyri allari samfelagsligari menning, herundir vinnulívinum. 

 

Tí eiga tað almenna og privata vinnulívið at taka lógvatak og í felag tryggja arbeiðstakaranum hesar førleikar. Tað kann gerast, ikki bert politiskt, men eisini við at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava hesi grundleggjandi virði við i sáttmálasamráðingum og sáttmálum.

 

Framtakið:

Hettar er lætt at ”misbrúka” á almennum arb plássi. Skeið osv bara fyri at hava skeið osv.