mikudagur 5. august 2020
4. Greið mørk millum arbeiði og frítíð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Javnvág millum arbeiði, frítíð og hvíld. Líka síðani løntakarar fóru at skipa seg í fakfeløg, hevur tað verið eitt aðalmál at fáa samanhangandi hvíld og frítíð, ið loyvir einum at gera annað enn at arbeiða. Tó at sáttmálar og arbeiðsmarknaðarlóggáva stuðla hesum, eru í dag greið tekin um. at mørkini eru farin at kámast. Javnvágin er komin undir trýst. Nýggj tøkni og arbeiðsgongdir hava gjørt, at arbeiðslívið er farið at breiða seg til frítíð og hvíld. Í ringasta føri kann gongdin hava heilsuligar og fíggjarligar avleiðingar fyri einstakligar, familjur og samfelagið.

 

Starvsmannafelagið heldur:

Arbeiðsgevarar og politiska skipanin eiga við hóskandi tiltøkum at tryggja, at markið millum arbeiðslívið og frítíðina ikki verður skeiklað.

 

FLOKKARNIR HALDA:

 

Sambandsflokkurin:

Sambandsflokkurin tekur undir við, at arbeiðsgevarar og politiska skipanin eiga at tryggja ella skipa so fyri, at markið millum arbeiðslívið og frítíðina ikki verður skeiklað.

 

Hinvegin so er eisini tørvur á fleksibiliteti, og tað eigur at vera upp til einstaka arbeiðsplássi at gera hóskandi avtalur við starvsfólk.

 

Javnaðarflokkurin:

Í Javnaðarflokkinum eru vit varug við hesa avbjóðing, sum kanska serliga ger seg galdandi í starvsbólkum, har tað er møguligt at arbeiða heimanifrá. Í ávísum størvum er tað neyðugt, at arbeiðsgevarin fær fatur í einum so at siga alt samdøgrið. Í øðrum størvum er hetta ikki neyðugt, og í hesum førum eiga vit í felag at syrgja fyri neyðugu kunningini um rættin hjá tí einstaka til frítíð, og hvussu starvsfólk og arbeiðsgevarar á bestan hátt skipa mannagongdirnar í nútíðar samfelagnum við nógvum tøkiligum møguleikum. Eisini halda vit, at tá tað verður kravt av starvsfólki, at tey eru tøk alt samdøgrið, eiga tey at fáa løn sambært krøvum.

Javnaðarflokkurin heldur, at hóskandi tiltøk skulu gerast, men vit halda ikki, at ásetingar um hetta eiga at gerast við lóg.

 

Sjálvstýri:

Spurningurin eigur at verða viðgjørdur millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tjóðveldi:

So javnt og samt tøknin, serliga samskiftistøknin, gerst meira framkomin, gerst skilnaðurin ímillum arbeiði og frítíð hjá hópin av løntakarum støðugt meira ógreiður. Henda gongdin er torfør at regulera í lóg ella sáttmálum, men tað eigur at vera eitt greitt mál hjá bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum at arbeiðstíðin er væl definerað, og at frítíðin er effektiv frítíð. Her er brúk fyri hugburðsbroyting soleiðis, at starvsfólk duga betri at seta mørk, og arbeiðsgevarar í størri mun kenna ábyrgd fyri, at teirra starvsfólk ikki verða strongd av arbeiði, tá tey í veruleikanum eiga at hava frí. Átøk av ymiskum slag kunnu betra um støðuna. Eitt nú kunnu reglur gerast á einstøku arbeiðsplássunum, sum forða fyri, at starvsfólk verða órógvað í frítíðini. Slíkar reglur kunnu sjálvsagt eisini ásetast í sáttmála.

 

Framsókn:

Politiska skipanina eigur sín part av ábyrgdini fyri, at Føroyar verða eitt land, har vit hava eina góða javnvág ímillum arbeiði og frítíð. Tað almenna eigur at vera partur av góðum tiltøkum, sum fremja hesa søk.

 

Miðflokkurin:

Heilt frá byrjan av, tá alheims arbeiðararørslan tók dik á seg, varð málið teirra, ið á odda gingu, at 24 tíma arnbeiðsdagurin  skuldi verða skipaður í tríggjar eindir, 8-8-8. Málið var 8 tímar til arbeiði, 8 tímar til frítíð og 8 tímar til hvílu.

 

Hetta eru gylt mál, sum saktans, serliga um vit hugsa um familjuna, kunnu bøtast við at fyrstu 8 tímarnar,  teir, ið eru settir av til hvílu, minka, meðan hinir vaksa. 

 

Skal eydnast at halda fast við hetta málið, mugu arbeiðsmarknaðarviðurskiftini skipast so, at greiður skilnaður framhaldandi verður millum arbeiði, hvílu og frítíð. Arbeiðið má vera avmarkað til teir átta tímarnar ella minni og alt, sum ber brá av arbeiði, má verða avmarkad til arbeiðsplássið, tí hvíldin og frítíðin mugu verða friðhalgaði familjuni.