fríggjadagur 18. september 2020
3. Starvsfólk í parttíðarstørvum

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kanningar vísa, at nógv fólk arbeiða niðursetta tíð. Hetta er eisini galdandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Serliga er tað ein stórur partur av kvinnum, sum arbeiðir niðursetta tíð, tó at fimta hvør kvinna, sum arbeiðir niðursetta tíð, kundi hugsað sær at arbeitt meira.

Støðan hevur fíggjarligar avleiðingar fyri starvsfólkini í niðursettari tíð og fyri familjur teirra og ávirkar pensjónsuppsparingina. Stóra talið av kvinnum í niðursettari tíð er sostatt eitt av størstu vandamálunum, tá ið um ræður javnstøðu í Føroyum.

Fólk, sum vilja arbeiða niðursetta tíð, eiga at sleppa tað; eisini um tað er eitt fyribils ynski. Men øll, sum vilja tað, eiga at sleppa upp (aftur) í fulla tíð.

 

Starvsmannafelagið heldur
At starvsfólk, sum vilja tað, eiga at fáa møguleika at arbeiða fulla tíð ella at fara upp í tíð.

 

FLOKKARNIR HALDA:

 

Sambandsflokkurin:

Sambandsflokkurin heldur tað er ein rættur hjá hvørjum einstøkum at fáa møguleikar at arbeiða fulla tíð ella sleppa upp (aftur) í fulla tíð, um tey vilja tað.

 

Javnaðarflokkurin:

Hetta er ein avbjóðing, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa í felag. Vit meta, at  avbjóðingin hongur tætt saman við longdini av arbeiðsvikuni. Fleiri yrkisfeløg hava víst á, at tað ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum, og verður hetta lættari, um arbeiðsvikan verður stytt. Somuleiðis vilja tey, sum framvegis ynskja at arbeiða niðursetta tíð, fara upp í løn, tí tey tá koma at arbeiða t.d. 30/37 partar heldur enn 30/40 partar.

Í Javnaðarflokkinum vilja vit gera okkara til at tryggja, at starvsfólk, sum vilja upp í tíð, skulu fáa møguleika fyri tí. Tað er avgerandi fyri trivnaðin hjá tí einstaka, at ein hevur møguleika at brúka lærdómin til fulnar í tí yrki, sum ein hevur valt sær.

 

Sjálvstýri:

Hetta er ein náttúruligur partur hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at umrøða og viðgera sínámillum.

 

Tjóðveldi:

Í veruleikanum vendir hesin trupulleikin á høvdinum. Útgangsstøðið eigur altíð at vera, at fólk arbeiða fulla tíð, men hava góðar møguleikar fyri at arbeiða niðursetta tíð, um tey sjálv ynskja tað. Niðursett arbeiðstíð hevur fleiri neiligar avleiðingar fyri lívslønina hjá fólki – eitt nú minni eftirlønaruppsparing og verri ágóðar/veitingar, har hesir avspegla arbeiðsinntøkuna.

 

Framsókn:

Sum høvuðsregla eiga tey, sum ynskja at arbeiða fulla tíð at verða hoyrd, og er hetta ein spurningur, sum skal vera partur av arbeiðsmarknaðarpolitikki landsins. Fleiri skipanir hava tørv á liðiligheit, so reint praktiski tørvurin á at vaktarskemað skal ganga upp, kann nøktast. Slík starvsøki skulu viðgerast út frá hesi treyt, í ljósinum av at loyva flestum, sum ynskja tað, at arbeiða fulla tíð.

 

Eins og í spurninginum um arbeiðsvikuna, eigur at verða hugt at, um summi starvsøki eru so mikið tung, at arbeiðsvikan er styttri enn tann annars galdandi.

 

Miðflokkurin:

Grundleggjandi mál Miðfloksins er frælsi hin einstaka til sjálvi at gera av um bæði hjúnini, ella bert annað teirra, taka lut á arbeiðsmarknaðinum og hvussu leingi. Ella tey, um tey so ynskja, skiftast um at verða á arbeiðsmarknaðinum. Tað gevur teimum frælsi til at verða um børn síni á ein øðrvísi hátt, enn vit kenna til í dag. 

 

Ein møguleiki, sum jú gerst alsamt vanligari, er, at foreldur ansa børnum sínum heima, evt. í felag við øðrum, serliga um tað almenna stuðlar hesum á sama hátt, og við somu upphædd, sum tað almenna stuðlar almennu barnastovnunum.

 

So høvuðsmálið er, at arbeiði verður til allar hendir, men at borgarin sjálvur ger av, hvussu virkin hann er á arbeiðsmarknaðinum. Men verður hetta í parttíðar starvi ella í niðursettari tíð, mugu hesi størv verða eins rættarliga skipaði sum fulltíðarstørv, bæði tá talan er um trygd og rættindi.