mánadagur 24. februar 2020
2. Tíðaravmarkað størv

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

At starvsfólk verða sett í styttri og tíðaravmarkað størv, er ein avbjóðing bæði í Føroyum og grannalondunum. Dømi eru um, at arbeiðsgevarar heldur enn at seta fólk í fast starv seta fólk í tíðaravmarkað størv. Hesar avmarkaðu setanir verða ofta longdar, viðhvørt fleiri ferðir og í fleiri ár. Umframt at eingin uppsagnarfreist er, er talan um ótrygg størv, har starvsfólk helst aftra seg við at gera síni rættindi galdandi og at verða limir í fakfelag. Sostatt fáa starvsfólk í hesi støðu mangan heldur ikki atgongd til teirri hjálp, ið fakfeløg kunnu veita teimum.

 

Starvsmannafelagið heldur:
At við lóg eigur at verða tryggjað, at viðurskiftini hjá fólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betur vard og rættarstøðan tryggjað.

 

FLOKKARNIR HALDA:

 

Sambandsflokkurin:

Ein arbeiðsgevari eigur at hava greiðar setanartreytir til tey, sum verða sett í styttri og tíðaravmarkaði størv. Eitt slíkt starvsfólk skal hava at vita, hvat tað gongur inn til, møguligar óvissur og annars verða væl kunnað um støðuna á arbeiðsplássinum og broytingar í starvinum.

 

At seta fólk í eitt styttri og tíðaravmarkað starv skal verða undantakið heldur enn meginreglan, og tí eigur ongin orsøk at verða til at fremja slíkt við lóg.

 

Sambandsflokkurin hevur onki í móti, at reglurnar verða gjørdar greiðari, eitt nú í sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Javnaðarflokkurin:

Arbeiðsmarknaðurin er í støðugari broyting, og seinastu árini hava vit sæð, at alsamt fleiri verða sett í tíðaravmarkað størv. Talan er um starvsfólk í øllum aldurs- og fakbólkum t.d. verkætlanarsettir akademikarar, vikarar, hjálparfólk og fríyrkisfólk. Umframt at tær stúranir, sum kunnu fylgja við ótryggu starvssetanini, so hava starvfólk í tíðaravmarkaðum starvi verri við at fáa m.a. bústaðarlán.

 

Í Javnaðarflokkinum halda vit, at vit skulu hava ein smidligan arbeiðsmarknað, men at vit eiga at meta um, hvørjar lógarásetingar skulu til til tess at betra um viðurskiftini hjá fólki í tíðaravmarkaðum starvi.

 

Sjálvstýri:

Tað er sjálvandi rætt at hesi viðurskifti verða tryggjaði, og at hesin spurningur verður ein náttúruligur partur av samráðingunum millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum.

 

Tjóðveldi:

Ótrygg arbeiðsviðurskifti elva til strongd og verri lívsgóðsku. Tíðaravmarkað størv eru illa regulerað í føroysku sáttmálunum og ofta umfata tey arbeiðsøki, ið als ikki eru fevnd av sáttmála. Tí er harðliga brúk fyri, at lóggáva tryggjar verju av hesum starvsfólkum.

 

Framsókn:

Flokkurin viðurkennir, at her er ein bólkur av starvsfólkum í samfelagnum, sum kennir seg at hava færri rættindi og ótryggari kor enn tey flestu. Málið skal viðgerast í álvara í mun til almenna arbeiðsmarknaðarpolitikkin, og tryggjast skal, at lógarkarmar, sáttmálar og avtalur forða fyri misbrúki, men samstundis varðveita neyðuga liðiligheit á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Miðflokkurin:

Hesum tekur Miðflokkurin undir við! Talan er einfalt um at skipa eitt øki, sum í dag

er púra óskipað, og óskipaðum viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum kunnu hvørki arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar ella almennu Føroyar sum heild liva við. 

 

Ótryggleikin, sum spyrst av ikki at vita, um tú í morgin í heila tikið hevur eitt starv, er drepandi og kann lættliga gerast luturin, sum ger, at frammanundan viknaðar familjur vikna enn meira og fara fyri bakka.