týsdagur 24. november 2020
1. Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

 

 

 

 

 

 


 

 

Við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, íroknað døgurðasteðgin, fáast fleiri gagnligar avleiðingar. Javnvágin millum frítíð og arbeiðslív verður betri, og harvið kann strongdin minka og familjusambondini styrkna. Somuleiðis gerst tað lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, eins og tey, ið arbeiða niðursetta tíð, nærkast eini fullari løn og eftirløn. Kanningar og royndir aðrastaðni benda eisini á, at ein styttri arbeiðsvika økir um dygdina í arbeiðinum, minkar um fráveruna og økir um nøgdsemið.

 

 

Starvsmannafelagið heldur:
At arbeiðsvikan eigur at styttast niður í 37 tímar við lóg.

 

FLOKKARNIR HALDA:

 

Sambandsflokkurin:

Tað er búskaparvøkstur, herundir effektivitetur, produktivitetur og tøknilig innovatión, sum skapar fortreytir fyri, hvussu nógva tíð vit skulu brúka uppá arbeiði og/ella hvussu nógva tíð vit kunnu loyva okkum at lata til frítíð.

 

Støðan í føroyska samfelag er, at tað sum heild er mangul uppá arbeiðsmegi og tí vil ein stytting av arbeiðstíðini bara gera støðuna enn verri við fløskuhálum á arbeiðs­marknaði­num, og harvið tarna búskaparvøkstrinum. Fyri at økja um arbeiðsútboðið, hevur samgongan fyri kortum samtykt at hækka pensjónsaldurin - tí er tað ein andsøgn nú at stytta um arbeiðstíðina og harvið minka um arbeiðsútboðið.

 

Arbeiðstíðin er stytt munandi seinastu 30-40 árini, starvsfólk hava fingið skipaða frítíð og harafturat hevur teknologiska menningin harvið sær, at dagligdagurin er vorðin munandi lættari at koma í gjøgnum, bæði á arbeiðsplássum og heima. Fólk hava eisini fingið enn betri og bíligari møguleikar at ferðast og njóta sína frítíð runt allan heimin umframt alskyn hentleikar.

 

Tað er eisini munur á tørvinum á arbeiðstíð og møguleikunum fyri frítíð innan tað almenna og vinnua. Ein styttri arbeiðsvika vil fyri ávísar vinnugreinar hava álvarsligar búskaparligar avleiðingar.

 

Um so er, at búskaparstøðan í Føroyum broytist munandi við arbeiðsloysi, so er støðan ein onnur. Tá kundi ein stytting av arbeiðsvikuni havt við sær, at fleiri komu í arbeiði.

 

Hinvegin er tað altíð ein stórur samráðingarspurningur, hvør skal gjalda eina styttri arbeiðsviku. Tað skal verða upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera av.

 

Sambandsflokkurin tekur tí ikki í við verandi útgangsstøðið undir við at stytta arbeiðsvikuna. Hinvegin hevur flokkurin onki í móti fleksibiliteti, har tað eisini er upp til fólk sjálvi at velja, hvussu nógv tey arbeiða ella halda frí, við atliti til trivna, trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum o.a.

 

Javnaðarflokkurin:

Føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa – ja kanska í heiminum. Hesum eru vit errin av. Men vit mugu renna skjótt, skulu vit náa alt tað, sum verður væntað av okkum í dagsins samfelag. Tí verða alt ov nógv strongd, og tí velja nógv at arbeiða niðursetta tíð og sostatt fáa minni í løn. Føroyingar vilja arbeiða. Men vit vilja eisini hava tíð til at vera saman við okkara kæru. Tíð til at vera saman við børnum, ommu- og abbabørnum. Tíð til ein drekkamunn saman við teimum eldru. Tí vilja vit stytta vanligu arbeiðsvikuna, so vit í størri mun kunnu sameina arbeiðslív og familjulív.

 

Í Danmark varð arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar longu í 1990. Arbeiðsvikan í Føroyum hevur verið óbroytt seinastu 29 árini. Men nú halda vit, at tíðin er komin at stytta vanligu arbeiðsvikuna aftur, um fakfeløgini ynskja tað. 

 

Sjálvstýri:

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava altíð grundgivið fyri, at politiska skipanin skal ikki gerast partur av spurningum sum hava við arbeiðsmarknaðin at gera, og tí er hetta í fyrstu syftu ein spurningur millum verkamannafeløg og arbeiðsgevarar, hóast flokkurin kann verða samdir í ávísum grundgevingum sum førdar verða fram omanfyri.

 

Tjóðveldi:

Tað er væl dokumenterað, at styttri arbeiðstíð elvir til betri lívsgóðsku. Í londunum rundan um okkum er longdin á arbeiðsvikuni annaðhvørt ein reinur sáttmálaspurningur (t.d í Danmark) ella lógarregulerað við minstulóg, har kollektivir sáttmálar so kunnu áseta styttri arbeiðsviku enn hámarkið í minstulógini ásetir (t.d í Føroyum). Bert fáir sáttmálar umfatandi ein lítlan part av føroysku arbeiðsfjøldini áseta tó styttri arbeiðsviku enn 39-40 tímar. Tað er at kalla ájavnt við lógarfesta hámarkið á 40 tímar, sum hevur verið galdandi seinastu uml. 40 árini. Lítið bendir sostatt á, at kollektivir sáttmálar fara at tryggja styttri arbeiðsviku fyri øll á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Við atliti at fólkaheilsuni og vælferðini hjá tí einstaka og ikki minni familjunum er tað tí rætt at lóggeva um syttri arbeiðsviku. Royndir aðrastaðni – til dømis í Danmark, har arbeiðsvikan, ásett í sáttmálum, í mesta lagi er 37 tímar – vísa, at kappingarførið og effektivitetur ikki versna orsakað av styttri arbeiðsviku, tvørturímóti økist effektiviteturin hjá tí einstaka.

 

Framsókn:

Viðvíkjandi aldurssamansetingini í landinum, so verða vit færri og færri á arbeiðsmarknaðinum, so tað er ein spurningur, nær rætta løtan er at seta arbeiðsvikuna munandi niður – eisini í mun til verandi tal á feriu – og frídøgum. Ynskið um at stytta arbeiðsvikuna eigur at verða viðgjørt nærri út frá spurningum um dygd, strongd, familjulívi, men eisini út frá tørvinum á arbeiðsmegi. Hesir spurningar skulu viðgerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

 

Á summum starvsøkjum har skiftivaktir eru, gera tí náttar- og kvøldvaktir eins og reglur um hvílitíð tað torført at fáa 40 arbeiðstímar at rúmast í eini arbeiðsviku.

Í sambandi eigur eisini at verða viðgjørt og samráðst um, hvørt onkur sløg av arbeiði eru so mikið tung, at fulla arbeiðstíðin eigur at vera tað minni.

 

Miðflokkurin:

Ja, tað fær fullan stuðul frá Miðflokkinum!

 

Tíðin er komin at taka stigið til enn einaferð at stytta arbeiðsvikuna. Her hugsað vit bæði um hvussu langt er liðið síðani seinast og at fíggjarligu umstøðurnar, sum vit í løtuni njóta, er eitt upplagt høvið á hendan hátt at rætta øllum ein part av vælferðini.

 

At fleiri fakfeløg longu hava fingið sáttmálatryggjað eina stytta arbeiðsviku, skapar tíverri eisini ein óhepnan ójavnað, sum ikki kann verjast í einum rættarsamfelagi. Sama kann sigast um tann ójavna, sum stendst av at onnur lond, sum vit hava tætt tilknýti til, longu hava unt teirra borgarum hendan rættin.

 

Eitt slíkt stig hevði verið ein útrætt hond til dagsins familjur, sum tíverri, sum fylgja av dýrtíðini, eru hart spentar fyri. Daguri er sera krevjandi, og strongd og hjúnaskilnaðir eru tíverri dagligir gestir. Meira tíð saman við børnum og hjúnafelaganum hevði verið kærkomið fyri øll.

 

Framtakið:

Sum flokkur hava vit bert tað eina máli sum kunnugt.

Men øll okkara valevnir hava visiónir um eitt heilt annað betri samfelag.

Arnfinn á Birtuni t.d. er heitur fortalari fyri universalari borgaraløn. (UBI) Tað hevði sett fólk fríð at arb sum tey vilja, ella ikki at arbeiða og heldur taka sær av familjuni. Tað eru nógvar familjur hvar umsorganar konto er á minus.