mánadagur 24. februar 2020
Fert tú á festival?

17. januar 2020 kl. 11:50

Nú ber til at keypa atgongumerki við avsláttri til G! og Summarfestivalin.


Nú ber aftur til at keypa eitt atgongumerki pr. lim til Summarfestivalin fyri 795,00kr og eitt atgongumerki pr. lim til G! festivalin fyri 750,00 kr.

Nøgdin er avmarkað, so tað er ”først til mølle”.

Støkk inn á skrivstovuna við reiðum peningi ella bílegg hjá gudrid@starvsmannafelag.fo.

Tá tit hava fingið váttan uppá bíleggingina, skal peningurin flytast á konto: 9181-3592784  ella 6460-50751 (kontoin í BankNordik er røtt hóast bara 5 tøl) í seinasta lagi mánadagin 16. mars. Ógoldin atgongumerki verða selt øðrum, tá freistin er farin.

Viðmerk annaðhvørt SF ella G!, alt eftir hvønn festival, ið tit rinda fyri, og navn á limi.


« Aftur
Starvsmannafelagið hevur gjørt nýggja avsláttaravtalu við Dekksentrið.
DEKKSENTRIÐ
Letur 20% í avsláttri við keyp av nýggjum dekkum.