mánadagur 25. mai 2020
Teir fimm herskarahættirnir
Í beinleiðis samskifti er vanligt, at tann, sum hevur mest vald, fær onnur at kenna seg minni verd. Ert tú varug við nøkur fá og einføld tekin, kanst tú seta teg í størri respekt.
 
Í javnstøðuumhvørvinum verður ofta sipað til ”Teir fimm herskarahættirnir”, sum norski politikarin Berit Ås menti, tá hon sat sum býráðslimur í heimkommununi. Hetta var áðrenn kvinnur vóru so vanligar í politikki. Tá upplivdi hon ymsar hættir, sum mannfólkini (helst ótilvitað) brúktu, til tess at halda henni og hennara meiningum niðri.
 
Teir fimm herskarahættirnir kunnu flytast yvir á allar aðrar støður, har valdsójavni er millum tveir partar, til dømis millum hvít og svørt, ung og vaksin, kvinnur og menn, starvsfólk og leiðslur o.a. Her taka vit tó støði í javnstøðu millum kvinnur og menn.
  
Teir fimm herskarahættirnir hjá Berit Ås eru:
  
1. Ósjónliggeran
2. Speisemi
3. Fjaldir upplýsingar
4. Dupult revsing
5. Áleggjan av skuld og skomm
  
Ósjónliggeran
Hetta kemur fyri, tá ið ein persónur verður gloymdur, yvirsæddur ella yvirhoyrdur. Ósjónliggeran niðurbrýtur samleikan - ella minnir teg á, at tú ert minni verd, at tú ongan týdning hevur.
 
Anna er á landsfundi. Hjarta hennara bankar nógv títtari enn vanligt, hon sveittar um hendurnar. Tað er fyrstu ferð hon luttekur á landsfundi, og hon hevur biðið um orðið.
"Hví skal eg vera so bangin. Øll onnur síggja rólig og avslappað út".
Røðarin undan Annu byrjar sína røðu. Hann er vanur at røða, tað bæði sæst og hoyrist. Hann er lívligur, tað rungar eftir í - hann slær í borðið, tosar hart og leingi. Hesin veit, hvat hann tosar um - tað er einki at taka feil av!
Nú er túrurin komin til Annu. Hon ger skjótt av, sigur tað hon ætlar og skundar sær niður á pláss aftur. Hon kennir tað, sum um hon bara hvínir, men nú er tað sagt. Hon bíðar eftir reaktónini frá hinum - eingin reagerar. Fundurin heldur fram, sum um hon einki hevði sagt. Anna hevur tað ringt.
"Segði eg nakað býtt ella skeivt" hugsar hon. "Bara eg ognantíð hevði sagt nakað".
 
Speisemi 
Skemt og spei er vissa leiðin til effektiva kúgan. Ver varug, tá tú ikki verður tikin í álvara.. og flenn við, tá tað sømir seg!
 
Birita var á kvinnuskeiði í vikuskiftinum. Tað var eitt gott og gevandi skeið, sum gav henni nýggjan íblástur. Hon gleðir seg fortelja hinum um skeiðið, tá hon kemur aftur.
"Hvussu var skeiðið?" spyr Petur, tá ið hon kemur inn.
"Jú, skeiðið var ordiliga gott", svarar Birita.
"Vit vóru 20 kvinnur...".. men hon kemur ikki víðari, áðrenn hon verður avbrotin.
"Tað man vera sum í einum høsnagarði", rópar onkur.
Hinir eru beinanvegin við, flenna og gáka.
Birita roynir nakrar ferðir at fortelja um skeiðið, men verður avbrotin hvørja ferð við onkrum skemti.
At enda verður hon ill og staðfestir:
"So kann tað eisini verða líka mikið. Tit tíma ikki at lurta álíkavæl".
"Hatta var bara fyri stuttleikar, tolir tú ikki skemt" svarar ein av monnunum. "Ja, men soleiðis eru tit, hvørjaferð eg havi luttikið í onkrum" sigur Birita ill. "Sovorið javnstøðu tvætl", sigur onkur annar.
Birita gevur upp og fer avstað.
 
Dupult revsan
Nógvar kvinnur stríða seg gjøgnum gerandisdagin, tí tær vilja vera perfektar allastaðni – bæði heima og á arbeiðsmarknaðinum. Summi skulu altíð minna teg á, at líkamikið, hvat tú gjørt á øðrum bógnum, so svíkur tú á hinum. Lær teg at góðtaka, at ongin kann vera perfektur allastaðni, og at raðfesting er ein partur av lívinum.
 
Diana ringir til foreldrini at biðja tey ansa sær soninum Gunnari í kvøld. Hon skal á fund hjá fakfelagnum, har tey skulu taka nakrar umráðandi avgerðir.
"Skalt tú út aftur í kvøld. Vart tú ikki úti fyrrakvøldið? Tú sært alt ov lítið til Gunnar", gremur mamman seg.
Tað ger hon hvørja ferð, tær síggjast. Foreldrini halda bæði, at tað er undarligt, at hon ikki er heima og ansar soninum, og í staðin runnur til allar hesar fundirnar. Tey halda hana als ikki vera nóg góða mammu. Men kortini játta tey at ansa Gunnari enn einaferð.
Á fundinum verður Diana spurd, um hon vil vera við í einum arbeiðsbólki, har tey hittast annan hvønn mikudag.
"Tað kann eg tíanverri ikki", svarar Diana, "Eg havi lovað soninum, at vera heima hvønn mikudag".
Diana sær á hinum, at tey halda hana vera løgna. Hon hoyrir tey tosa um seg úti í køkinum.
"Vera saman við soninum" sigur onkur teirra.
"Hon veit væl, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri okkum øll – typiskt kvinnur!"
 
Áleggjan av skuld og skomm
Tað er altíð lætt at niðurgera eina kvinnu og at áleggja henni skuld og skomm, um hon ikki fylgir ”ráðandi norminum”.
 
Annika skýtur upp at broyta fundirnar, so teir verða meira hugnaligir.
"Hvat um vit halda fund uttan skrá, vit kunnu skiftast um at baka køkur og at stýra fundinum?"
"Hvat fanin er hatta fyri nakað tvætl, tú kemur við", rópar Kári. "Vit hava ikki fund til stuttleikar, tað er álvarsligari enn so!"
"Jú, men tað eru altíð tey somu, sum siga nakað á fundunum, so eg hugsaði, at um vit royndu at gera okkurt annað, so kundi tað verið at ...."
Kári avbrýtur:
"Tað er ikki okkara skyld, at fleiri einki siga. Hví fara tey ikki á taluskeið? Hetta er als eingin barnagarður!!!!"
Annika kennir seg eitt sindur býtta. Tað var kanska eitt býtt uppskot. Hvat munnu hini nú halda um meg!
 
Fjaldir upplýsingar
Eitt effektivt ekslussiónsamboð er at fjala upplýsingar, so onnur fortreytir at taka avgerðir útfrá. Eisini fer nógv fram handan leiktjøldini, so avgerðirnar longu eru tiknar, áðrenn fundurin byrjar. Kvinnur fara ofta heim, tá offisiella dagsskráin er av, og luttaka ikki í tí, sum fer fram í korridorinum. Pissoir-politikkur, sum onkur hevur tikið til.
 
Fundurin er liðugur.
"Hvat siga tit til eina øl?" spyr Bjarni.
"Sjálvandi", svara allir mennirnir.
Súsanna suffar. Hon hevur bestan hug at fara heim, ikki altíð at vera so sein. Men um hon ikki fylgir við, so veit hon, hvat hendir. Á næsta fundi eru mennirnir samdir, og hon fær onki sagt. Tað er ikki bara øl, teir drekka heima hjá Bjarna. Teir samráðast, upplýsa hvønn annan og gera avtalur. Endin verður, at Súsanna fer við. Men hví skal tað altíð vera so sum mennirnir vilja?