Tøknilig útgerð
Í hølunum hjá Starvsmannafelagnum hava vit sett upp eina videokanón, lørift, uppvørpu, hátalaraannlegg og tráðleyst internet.
Loyniorðið til internetið fæst frá okkum á skrivstovuni.
Anleggið eigur altíð at vera tendrað. Tað er bert neyðugt at tendra kontaktina á vegginum og sjálva mikrofonina.
Vit hava tvær tráðleysar handmikrofonir og eina at festa á klæðini.
Vit vegleiða tykkum fegin, tá ið tit heinta lykilin.
.