Samhugaverkfallið avlýst

08. november 2020 - kl. 18:00
Avlýsing av Samhugaverkfalli.
Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, tí hevur Starvsmannafelagið sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um avlýsing av ætlaða samhugaverkfallinum:
Starvsmannafelagið skal við hesum boða frá, at felagið avlýsir samhugaverkfallið, ið felagið lýsti í gjár, 7. November 2020, at koma í gildið týsmorgun 10. november 2020 kl. 07:00 galdandi til mikumorgun 11. november 2020 kl. 07:00.
Tórshavn tann 8. november 2020
Starvsmannafelagið
Súni Selfoss, formaður
« Aftur
Fleiri