.
Er samgongan í ferð við at avlaga vælferðarsamfelagið?
Er samgongan í ferð við at avlaga vælferðarsamfelagið?

06. oktober 2020 - kl. 14:00


POLITIKKUR: Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni tykist í løtuni ófrættakendur og ber bráð av sjálvsøkni. Spurningurin er tí, um tað næsta vit fara at síggja verður, at samgongan fer at hækka enn fleiri gjøld og seta á stovn brúkaragjøld. Um so verður, fara vit í enn størri mun at flyta okkum burtur frá vælferðarsamfelagnum, ið tekur sær av veikastu borgarunum. Viðkomandi spurningurin er tí, hvørt samgongan er í ferð við at avlaga føroyska vælferðarsamfelagið.

Fíggjarmálaráðið hevur júst lagt fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2021. Umframt uppskot um fíggjarlóg varð eisini nýggj búskaparfrágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum løgd fram. Hóast koronafarsóttin framvegis herjar, er seinasta búskaparfrágreiðing jaligur lesnaður. Í ársins prísum vaks føroyski búskapurin, mátað við BTÚ, 10 prosent í 2019. Í ár væntast búskapurin at lækka 5-7 prosent, men longu komandi ár eru útlit fyri, at búskapurin aftur hækkar 3-4 prosent.

Sjálvandi liggur nakað av óvissu í, hvussu koronafarsóttin fer at ávirka, og hvussu leingi hon fer at herja. Tó er tað jaligt, at semja í stóran mun er millum fremstu búskaparfrøðingar í landinum – teir í Fíggjarmálaráðnum og Búskaparráðnum – um, at búskapurin skjótt fer at fóta sær aftur. 

Ein búskaparlig afturgongd elvir vanliga til hall. Í frágreiðingini og samrøðum við miðlarnar, metir Fíggjarmálaráðið, at hallið verður 500 mió. krónur ella minni í 2020, og at hallið í 2021 verður 172 mió. krónur. Her skal havast í huga, at ótti hevur verið fyri, at hallið í 2020 kundi gerast 1,5 mia. krónur. Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at um partafelagsskattur, kapitalvinningsskattur og skrásetingargjøld av bilum í 2021 verða á 2019-støði, verður einki hall í 2021. Umframt hetta metir Fíggjarmálaráðið, at í 2022 og 2023 verður aftur avlop á fíggjarlógini. Samanumtikið góð tíðindi um føroyska búskapin. 

Netto eru Føroyar nærum skuldarfríðar
Hyggja vit síðani eftir skuldini hjá almennu Føroyum, vita vit, at rentuberandi skuldin hjá Landskassanum er 5,3 mia. krónur, meðan gjaldførið er á 4,5 mia. krónur. Nettoskuldin er sostatt einans 800 mió. krónur. Verður hetta sæð í mun til føroyska samfelagsbúskapin, sum sammettur við BTÚ er farin upp um 20 mia. krónur, er rentuberandi skuldin 26,5 prosent av BTÚ, og nettoskuldin bert 4 prosent av BTÚ. Aftur góð tøl sum vísa, at Føroyar er millum minst skuldarbundnu lond í heiminum. Tá ræður um nettoskuld, eru Føroyar nærum skuldarfríðar.

Trupult at skilja førda fíggjarpolitikkin
Tað er Fíggjarmálaráðið, sum stendur fyri føroyska fíggjarpolitikkinum. Fíggjarpolitikkur snýr seg um at stýra eftirspurninginum í búskapinum við at tillaga landsins inntøkur og útreiðslur í tráð við virksemið í landinum. Gongur væl fíggjarliga, skal sparast, og er búskapurin í verri standi, skal ferð setast á búskapin. 

Trupult er at skilja fíggjarpolitisku raðfestingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Nú koronafarsóttin setir sín dám á føroyska búskapin, táttar ráðið í. Sambært Fíggjarmálaráðnum og øðrum umboðum fyri landsstýrið verður sagt, at betranin av barsilsskipanini er so mikið góð, at útreiðslurnar av betranini eru ov høgar. Harumframt eru útreiðslurnar til heilsutrygd hækkaðar munandi, tí fleiri kommunulæknar eru settir í starv. Her kann viðmerkjast, at tað sum setir haldførið í okkara búskapi í trupuleikar, er at vit gerst ov nógvir pensjónistar í mun til tey arbeiðsføru. Ein góð barsilsskipan økir um burðaravlopið og fer sostatt í longdini betra um búskaparliga haldførið. At fleiri kommunulæknar eru settir í starv er sera jaligt, tí í stórum pørtum av landinum hevur verið og er enn læknatrot. Við øðrum orðum burdu hesar øktu útreiðslur verið at livað við, tí tær økja um lívsgóðskuna hjá okkum føroyingum.

Økt fíggjarlig byrða til tey veiku
Fyri at tálma um hesar útreiðslur og um útreiðslurnar hjá landskassanum sum heild, hækkar landsstýrið gjaldið til barsilsskipanina og heilsutrygd. Samstundis lækkar gjaldið til ALS. Sagt verður, at hesi gjøldini útjavna hvørt annað, soleiðis at borgarin netto einki merkir. Hetta er tó bert satt fyri ein part av føroyingum, og vísir sum heild eina skeiv mynd.

Ætlanin er eisini at skerja inntøkumøguleikarnar hjá teimum, sum eru í tillagaðum starvi og at broyta afturberingina í sambandi við útreiðslurnar til heilivág. Við øðrum orðum merkja hesar broytingar at kalla einans okkara veiku og eldru borgarar. Talan er um mannalagnur, og vit hava longu sæð andlitini á nøkrum av hesum fólkum í fjølmiðlunum. Framtíðin hjá hesum borgarum er óviss og ótrygg, og fíggjarliga kunnu broytingarnar gerast ein vanlagna fyri nakrar av veikastu borgarunum í landinum. Fyri at verja hesa raðfesting hjá landsstýrinum, hava umboð fyri samgonguna lagt virkir undir at snýta við skipanini við tillagaðum størvum. Hetta má sigast at vera ein ógvuliga ófrættakendur pástandur. 

Samstundis sum veiku borgararnir verða revsaðir fíggjarliga, sigur Fíggjarmálaráðið, at tað ikki ber til at taka meira inn frá vinnuni, tí tilfeingisgjaldið frá fiskivinnuni hevur nátt einum hámarki. Við øðrum orðum vil samgongan heldur raka veikastu borgararnar við at senda rokningina til teirra, heldur enn at økja eitt vet um til dømis tilfeingisgjaldið, sum hevur lítla og onga ávirkan á vinnuna.

Bestu fortreytir at fíggja við lántøku
Í hesum sambandi er sera viðkomandi at minna á, at Føroyar, sum áður nevnt, eru millum minst skuldarbundnu lond í heimimum og netto nærum skuldarfríðar. Vert er eisini at leggja sær í geyma, at samanborið við onnur lond hava Føroyar lutfalsliga sett minst av peningi til hjálparpakkar, og føroyski búskapurin er lítið raktur í mun til búskapin í flestu øðrum londum. Er tað tí soleiðis, at peningur manglar í og átøk skulu fíggjast, so hava vit allar bestu fortreytir at fíggja møgulig átøk við lántøku. Sæð í ljósinum av, at búskaparvøkstur aftur væntast í 2021, at yvirskot aftur verður á fíggjarlógini, og at Føroyar so at siga eru skuldarfríar netto, er eingin vandi við at fíggja møgulig átøk við láni. 

Meinigi føroyingurin tryggjar búskaparliga framgongd
Fíggjarmálaráðið hevur ført fram, at tað er ynskiligt at fáa vøkstur í samfelagið, sum skapar øktar inntøkur. Sparingar eru tí beinleiðis í andsøgn við hetta. Umframt at útflutningurin er berandi fyri okkara búskap og tí av sera stórum týdningi, skerst ikki burtur, at vanligi føroyingurin er eins týðandi fyri búskapin. Við øðrum orðum fylla útflutningur og privat nýtsla eins nógv í búskapinum. Tí hevur tað týdning, at átøk ikki darva privatu nýtsluni, tí um so verður, er stórur vandi fyri, at hetta fer at bera í sær sær búskaparliga afturgongd.

Løgnar umraðfestingar á íløguøkinum
Á íløguøkinum er eisini uppskot um at gera umraðfestingar. Tunlar, ið leingi hava ligið á láni, verða niðurraðfestir, meðan tunlar til økir, har leiðandi politikarar búgva, verða uppraðfestir. Her er eisini talan um økir, har Landsverk hevur mælt frá at gera tunlar, tí tørvurin stendur ikki mát við kostnaðin. Hetta ber brá av, at samgongan ikki arbeiðir fyri ella tænir vanliga føroyinginum, men í staðin bert arbeiðir fyri sær sjálvum og harvið fyri at varðveita atkvøður úr nærumhvørvinum.

Vil samgongan avlaga vælferðarsamfelagið?
Líkt er til, at hesi viðurskifti ikki eru umrødd nøktandi í samgonguni, tí fleiri dømi eru um, at samgongufólk nú tala at raðfestingunum. Spurningurin er tí, hvussu hetta hongur saman? Verður ikki tosað saman innanflokka um, hvørjar ætlanir eru á fíggjarpolitiska økinum? Er tað soleiðis, at fíggjarligu raðfestingarnar verða kroystar niður yvir samgongulimirnar? Hetta er ófrættakent og ber brá av sjálvsøkni. Spurningurin er eisini, um tað næsta vit fara at síggja verður, at samgongan fer at hækka enn fleiri gjøld og seta á stovn brúkaragjøld, soleiðis at vit í enn størri mun flyta okkum burtur frá vælferðarsamfelagnum, ið tekur sær av veikastu borgarunum í landinum. Ja, ein kann veruliga óttast, at samgongan er í ferð við at avlaga vælferðarsamfelagið.


« Aftur
Næsta