.
Endurgjald fyri hoyritól
Endurgjald fyri hoyritól

08. juli 2020 - kl. 10:00


Starvsmannafelagið hevur víðkað samlagstrygginina hjá Lív til eisini at umfata hoyritól. 

 

Sum limur í Starvsmannafelagnum ert tú partur av samlagstryggingini hjá LÍV, sum millum annað fevnir um lívstrygging (uttan læknaváttan) og um útgjald í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur.

 

Nýggjasta avtalan við LÍV snýr seg um endurgjald fyri hoyritól til limir, sum fáa játtað almennan stuðul sambært kunngerð um hoyritól.

 

Tryggingin rindar tað, sum liggur omanfyri játtaða stuðulin, tó í mesta lagi 4000 kr. fyri hvørt hoyritólið.

 

Skipanin kom í gildi longu 1. juli 2020.

 

Enn ein limafyrimunur :)


« Aftur
Næsta