.
Fakfeløgini ikki tikin upp á ráð um hjálparpakkan
Fakfeløgini ikki tikin upp á ráð um hjálparpakkan

18. mars 2020 - kl. 17:00


Tað harmar meg almikið, at vit í fakfelagsrørsluni, sum umboða føroyska løntakaran, als ikki eru tikin við í fyrireikingarnar av stóra hjálparpakkanum.

 

Í øðrum norðurlondum bera trýpartasamráðingar millum politiska myndugleikan, arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar slík stórmál fram á mál.

 

Føroyska fakfelagsrørslan hevur als ikki verið tikin við í arbeiðið við hjálparpakkanum, sum ávirkar alt samfelagið og allar løntakarar.

 

Tá ið danski hjálparpakkin varð almannakunngjørdur, stóðu tey øll har – politiski myndugleikin, arbeiðsgevarar og fakfeløgini. Danska vælferðarmodellið stóð lið um lið. Hetta var vakurt og fyrimyndarligt. Hetta trýpartasamstarv hevur bygt donsku vælferðina og tekur nú tøk í felag, tá ið á stendur. Tað hevur ein kolosalan fyrimun, at øll standa saman í døgum sum hesum.

 

Hví roynir man politiskt ikki at finna breiðar semjur og góðar og tryggar loysnir millum samgongu, andstøðu, kommunur, arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg? Fakfeløgini hava seinastu dagarnar staðið á síðulinjuni og verið áskoðarar til dramatiska leikin. Eingin hevur vent sær til nakran teirra.

 

Tiltøkini fáa ikki sama kjølfesti, tá ið umboðini fyri umleið 27.000 løntakarar ikki hava verið ordiliga við í maskinrúminum.

 

Onkur vil kanska vera við, at fakfeløgini eru umboðað í ALS, og at tað er nóg mikið. Nei, hetta er ikki nóg mikið, tí ALS er bert ein, tó týðandi, brikkur í øllum. Bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar eiga at vera við í sjálvari tilgongdini við heildarpakkanum, tí hetta eru partarnir, sum koma at svíða fyri tær avgerðir, sum í síðsta enda verða tiknar í løgtinginum.

 

Eg ivist onga løtu í, og eg loyvi mær eisini at undirstika, at fakfeløgini taka støðuna vit eru í, í allar størsta álvara.

 

Tað er serstakliga umráðandi, at vit øll rætta hondina út, so at vit, so væl og skilagott sum møguligt, koma úr hesi vanlukkuligu støðu, vit eru komin í.

 

Vit eru klár at taka ábyrgd, og vit vilja øll vísa vilja til at finna røttu loysnirnar øllum samfelagnum at gagni.

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum


« Aftur
Næsta