.
Robottar hótta føroysk arbeiðspláss
Robottar hótta føroysk arbeiðspláss

13. februar 2020 - kl. 16:00


Føroyar er tað landið í norðurlondum við lutfalsliga flestum størvum, sum eru í vanda fyri at verða yvirtikin av sjálvvirkandi skipanum, so sum robottum (tólmennum). Hetta vísir frágreiðingin “The State of the Nordic Region 2020”, sum stovnurin Nordregio framleiðir fyri Norðurlendska Ráðharraráðið annaðhvørt ár.

 

Heili 38.7 prosent av størvunum í Føroyum verða í frágreiðingini mett at vera í stórum vanda fyri at gerast sjálvvirkandi innan fá ár. Sama tal fyri hini Norðurlondini er 32.1 prosent í miðal. Danmark er á einum øðrumplássi við 36,7 prosentum, meðan Noregi er í minsta vanda, við tað, at har eru 29,9 prosent av størvunum í vanda fyri at verða yvirtikin av sjálvvirkandi arbeiðsmegi.

 

Vit eru raskast at arbeiða

Í frágreiðingini verður eisini enn einaferð verður víst á, at føroyingar eru virknasta fólkið í Norðurlondum. Eisini hava vit lægst arbeiðsloysi, bæði millum ung og vaksin. Vit hava metstóran vøkstur innan lívfrøðilig arbeiðspláss. Og so eru vit tað landið, har flest størv eru í vanda fyri at verða yvirtikin av tólmennum og øðrum tøkniligum snildum.

 

Vit hava hoyrt tað fyrr. Vit eru arbeiðssamasta fólkið í Norðurlondum. Heili 85 prosent av fólkinum millum 15 og 64 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, meðan sama tal fyri Norðurlond sum heild er 79,4 prosent. Samstundis vita vit, at lutfalsliga nógv, serliga kvinnur, arbeiða niðursetta tíð í Føroyum. 

 

Umframt, at metnógv fólk eru í arbeiði í Føroyum, hava vit eisini lægsta abeiðsloysi í Norðurlondum. Hetta er eisini galdandi fyri ungdómsarbeiðsloysi.

 

Vøkstur innan lívfrøðisvinnur

Serliga innan lívfrøðisvinnur er talið av starvsfólkum vaksið nógv í Føroyum í tíðarskeiðnum 2009 til 2017. Innan hetta økið, sum eisini fevnir um størv í alivinnuni, er starvsfólkatalið økt við 5 prosentum, sum er ein hin størsti einstaki vinnuvøksturin í Norðurlondum.

 

Rykt sjey pláss upp

Í frágreiðingini verða øll lond og øki í Norðurlondum skipað í eitt sonevnt Regional Potential Index, har til ber at samanbera økini demografiskt, búskaparliga og í mun til arbeiðsmarknað.

Føroyar liggja her nummar 16 av 66 økjum í frágreiðingini. Hetta eru sjey pláss hægri enn fyri tveimum árum síðani. Oslo liggur ovast millum norðurlendsku høvuðsstaðirnar.

 

Øll frá greiðingin liggur á heimasíðuni Nordregio.org

 


« Aftur
Næsta