.
Vel formann og nevndarlimir talgilt
Vel formann og nevndarlimir talgilt

12. februar 2020 - kl. 14:00


Frá sunnudegi 16. februar til fríggjadagin 6. mars kl. 15 kunnu tey, sum ikki koma á aðalfundin 7. mars, velja formann og nevndarlimir á einum talgildum undanvali.

 

Aftur í ár skipar Starvsmannafelagið fyri talgildum undanvali til formans- og nevndarvalið. Hetta merkir, at tú sum limur í Starvsmannafelagnum kanst velja framman fyri telduni, til dømis heima við hús, á arbeiðsplássinum ella aðrastaðni.

 

Til formansvalið stilla tvey valevni upp. Tú kanst velja annan av teimum báðum valevnunum, sum eru Gunnar Hjelm ella Súni Selfoss.

 

Tú kanst eisini velja í mesta lagi tvey av teimum trimum valevnunum, sum bjóða seg fram til nevndina.

 

Hesi stillað upp til teir báðar nevndarsessirnar:

Birita Kjærbæk - Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Borgný Mohr - Almannaverkið

Svend Erik Saxov - Landssjúkrahúsið

 

Vilt tú velja talgilt, skalt tú senda ein teldupost til starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella ringja tlf. 614868, 284868 ella 214768.

 

So útflýggjar felagið tær eina leinkju og eina vegleiðing, sum tú skalt nýta, tá tú skalt velja. Fært tú hvørki møtt upp á aðalfundinum ella valt talgilt, kanst tú venda tær til skrivstovu felagsins.


Seinasta freist at velja talgilt er fríggjadagin 6. mars kl. 15.00, tá allar talgildar atkvøður skulu verða greiddar.

 

Atkvøðurnar frá undanvalinum verða latnar til Advokatvirkið, Sigmund Poulsen, adv. og verða taldar upp saman við atkvøðunum frá aðalfundinum hin 7. mars.

 


« Aftur
Næsta