.
Fimm spurningar um arbeiðsmarknaðin á tingfundinum í dag
Fimm spurningar um arbeiðsmarknaðin á tingfundinum í dag

12. februar 2020 - kl. 11:00


Fimm av 28 munnligum fyrispurningum snúgva seg um arbeiðsmarknaðarmál á tingfundinum, sum verður settur nú klokkan 11.00.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fær tveir spurningar. Annar er frá Brandi Sandoy úr Fólkaflokkinum, sum spyr um verju av borgarum í verkfalsstøðu. Hin er frá Sirið Stenberg, úr Tjóðveldi, viðvíkandi tí, at kvinnur fáa lægri lívrentuútgjald enn menn.

 

Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum spyr Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, um barnaváttanir til fólk, sum søkja starv.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fær tveir spurningar. Ein frá Heðini Mortensen úr Javnaðarflokkinum um fráfaringaraldur og ein frá Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi um lønarhagtøl.

 

Munnligir fyrispurningar til landsstýrisfólkini eru vanliga ein mikudag mitt í hvørjum mánað. Hesar viðgerðir eru eyðkendar av, at málini verða umrødd, men ongin niðurstøða verður gjørd. Eiheldur er nøkur atkvøðugreiðsla ella nevndarviðgerð. Bæði við munnligum og skrivligum fyrispurningum er siktið, at tingfólk kunnu spyrja løgmann ella landsstýrisfólk um viðurskifti, sum tey vilja hava meira innlit í. Út frá orðaskiftinum í tinginum kunnu tingfólk so gera sínar egnu niðurstøður.

 

Spurnarumførini í sambandi við munnligar fyrispurningar eru soleiðis skipað, at fyrst flytur spyrjarin fram spurningin, sum hann ella hon hevur sent viðkomandi aðalráði frammanundan. Hetta hevur tingfólkið tveir minuttir til. Síðan svarar landsstýrisfólkið í tveir minuttir – svarið, sum aðalráðið hevur fyrireikað saman við landsstýrisfólkinum. Onnur tingfólk fáa nú høvi at viðmerkja úr salinum í ein minutt í part. Síðan fáa spyrjari og svarari tvær ferðir tveir minuttir. Hvør spurningur hevur sostatt trý umfør av spurningi og svari. Mett verður ofta, at hvør spurningur tekur millum 10-15 minuttir.

 

Tá 28 spurningar eru á skránni, sum í dag, fer allur tingfundurin til munnligir fyrispurningar.

 

Sí yvirlit yvir spurningarnar HER!

Fylg orðaskiftinum beinleiðis HER!


« Aftur
Næsta