.
Set títt fingramerki
Set títt fingramerki

08. januar 2020 - kl. 13:00


Tað er nú tú skalt bjóða teg fram sum formann ella nevndarlim í Starvsmannafelagnum, um tú vilt seta títt fingramerki á landsins størsta fakfelag.

 

Freistin at bjóða seg fram sum formansvalevni er 15. januar, meðan freistin til teir báðar nevndarsessirnar er 1. februar.

 

Aðalfundur Starvsmannafelagins verður 7. mars í Smæruni í Havn, og tað serliga hesaferð er, at vit hava tvey val: Formansval og nevndarval, har tveir nevndarlimir skulu veljast. Harumframt skulu tveir tiltakslimir veljast. 

 

Sum nevndarlimur fært tú ávirkan á løn, arbeiðskor og rættindi hjá áleið 2.000 løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Formaður verður valdur fyri fýra ár. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár og tiltakslimirnir fyri eitt ár. Valið fer fram við brævatkvøðu ella á aðal­fundinum í Smæruni 7. mars 2020.

 

Fullgildigir limir í Starvsmannafelagnum kunnu stilla upp. Limir kunnu eisini stilla aðrar limir upp, treytað av, at fulltrú frá valevninum er løgd við uppstillingini.

 

Uppstillingin verður latin felagnum og skal vera skriv­lig. Upplýsið navn og og bústað hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir. Víst verður annars til § 9 í við­tøkum felagsins.

 

Tann skrivliga fráboðanin um uppstilling til formanssessin, skal vera skrivstovu felagsins í hendi í seinasta lagi til og við 15. januar, meðan valevni til nevndina skulu fráboðast í seinasta lagi til og við 1. februar. 

 

Valevni til tiltakslimir verða uppstillaði á aðalfundinum.


« Aftur
Næsta