fríggjadagur 18. oktober 2019
Gerðarrætturin staðfestir verkfalsfráboðan
Gerðarrætturin staðfestir verkfalsfráboðan

07. oktober 2019 - kl. 16:00


Í uppafturtøku av málinum um verkfalsfráboðan og fráboðanarform hevur Fasti Gerðarrættur viðgjørt verkfalsfráboðanina sum Felagði Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handaði Fíggjarmálaráðnum í november 2017.

 

Trætan snúði seg um, um arbeiðssteðgurin var lógliga fráboðaður, tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar koyrdi sjúkrarøktarfrøðingarnar á anestesideildunum í arbeiðssteðg fríggjakvøldið tann 3. november 2017. Arbeiðsgevarasíðan meinti, at fyrsta fráboðanin um arbeiðssteðg ikki var galdandi, og at arbeiðssteðgur tí skuldi lýsast av nýggjum tá semingsmaðurin hevði lagt frá sær.

 

Málið bleiv reist aftur av Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, eftir grein 11 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrætt sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimir eru við.

 

Sum stuðul fyri kravinum hjá Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfelagnum um frídøming vóru Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Føroya Arbeiðarafelag og Heilsuhjálparafelagi Føroya.

 

Fasti Gerðarrættur staðfesti í dag úrskurðin frá 5. november 2017. Hetta vil siga,  at arbeiðssteðgurin sum narkosusjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í fríggjakvøldið tann 3. november 2017, eftir at semingsmaðurin hevði boðað frá, at semingin var endað, var lógliga fráboðaður við skrivinum frá FFS tann 27. oktober 2017.

 

Kelda: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


« Aftur
Næsta