leygardagur 21. september 2019
Eftirlitið við útlendingum verður samskipað
Eftirlitið við útlendingum verður samskipað

26. august 2019 - kl. 18:00


KJAKFUNDUR: Myndugleikarnir, ið vara av útlendingaøkinum í Føroyum, Taks, Politiið og Arbeiðseftirlitið,  fara nú í skipað samstarv, so at rættuligt eftirlit verður við økinum. Hetta hendir í kjalavørrinum av kanningini um óskipað setanarviðurskifti, sum fakfeløgini hava latið gjørt, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna á kjakfundi í Smæruni

 

Eftirlitið við útlendingaøkinum virkar ikki. Nógvir ymiskir myndugleikar eru á økinum, bæði føroyskir og danskir, men tað er manglandi eftirlit við og gjøgnumskygni á økinum.

 

Hettar vísir kanningin um arbeiðsmarknaðin, sum avdúkar grundleggjandi brek í skipanini, tá ið útlendingar koma til Føroya at arbeiða.

 

Men líkt er til, at nakað verður gjørt við trupulleikan. Ein skipan við ófráboðaðum eftirliti er á veg, kom fram á politiskum kjakfundi í Smæruni leygardagin.

 

Nú hendir nakað 

-Viðvíkjandi eftirlitinum, er tað gleðiliga hent, at mann hevur skipað eitt samstarv millum Taks, Arbeiðs- og Brunaeftirlitið og løgregluna, so at mann kann gera ófráboðaðar eftirlitsvitjanir hjá arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi. Hettar er m.a. komið í kjalavørrinum av hesi kanningini, sum fakfeløgini hava latið gjørt, segði Kristina Háfoss úr Tjóðveldi.

 

-Tað skuldi sjálvandi verið gjørt langt síðani, men nú er tað í øllum førum nakað, mann fer at arbeiða við fram eftir. Eg eri vís í, at bara tað, at mann veit, at mann kann fáa slíkar vitjanin, fer at gera, at teir arbeiðsgevarar, sum ikki hava havt øll síni viðurskiftini í lagi, fara at gera meira at tryggja umstøðurnar hjá útlendingum, sum teir seta í starv, segði Kristina Háfoss.

 

Dyggur stuðul fyri betri kunning

Kanningin um arbeiðsmarknaðin vísir, at fremmandi arbeiðsfólkini sakna upplýsing um síni rættindi, og vita ikki rættuliga hvar tey skulu leita sær hjálp. Tað ger, at summi ikki fáa síni rættindi, t.d. frítøku fyri at rinda barsilsgjald og ALS-gjald.

 

Á kjakfundinum í Smæruni fríggjadagin vóru tað umboð fyri tríggjar at teimum fýra stóru flokkunum, sum tóku undir til, at upplýsingin verður samskipað betri. Og mettu, at tilmælið í kanningini um ein felags kunningardisk, har útlendsku arbeiðsfólkini kunnu fáa hjálp –á einum máli, tey skilja – er skilagott.

 

Annfinn Brekkstein úr Sambandflokkinum starvast dagliga saman við rumenskum arbeiðsfólkum og kendi støðuna aftur:

 

-Ein kunningardisk, har teir kunnu fáa allar upplýsingar, sakna teir, og siga, at teir kundu meira enn nakað annað hugsað sær at tað var eitt stað, har teir kundu fingið allar upplýsingar. Sammett við teirra egna land, hava teir stórt álit á føroyskum myndugleikum. Men teir sakna eitt stað, sum kann útflýggja teimum uppslýsingarnar um føroysk viðurskifti.

 

-Neyðugt er við einum felags kunningardiski. Tað er nakað, sum myndugleikarnir eiga at vera saman um, segði Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.

 

-Tjóðveldi tekur fult undir við at vit fáa eina kunningardisk, og tað hevði eisin verið natúrligt í sambandi við at vit yvirtaka útlendskingaøkið og integratiónsmál, sum greitt staðfesta rættindi og skyldur hjá teimum, sum koma til Føroya, segði Kristina Háfoss úr Tjóðveldi.


« Aftur
Næsta