.
Grundlógardagur hálvur frídagur
Grundlógardagur hálvur frídagur

03. juni 2020 - kl. 13:00


Fríggjadagur 5. juni er grundlógardagur. Hjá teimum, sum arbeiða undir sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum, er grundlógardagur hálvur frídagur.
 
Verða starvsfólk áløgd at arbeiða, tá tey skuldu havt frí grundlógardag, skulu tey hava hægru yvirtíðarlønina, t.v.s. dubulta tímaløn.
 
Fyri tey, sum starvast hjá Posta og Føroya Tele áseta sáttmálarnir, at hálvir frídagar kunnu leggjast saman til heilar frídagar. Treytin fyri hesum er tó at ein samd samstarvsnevnd - tað eru nevndir, sum eru á teimum báðum arbeiðsplássunum - hevur tikið avgerð um hettar.
 
Starvsmannafelagið ynskir øllum ein góðan grundlógardag.
 
Myndin er av ríkisgrundlógini
 

 


« Aftur
Næsta