.
Pensjón, talufrælsi, sálarfrøði og samskifti á skránni
Pensjón, talufrælsi, sálarfrøði og samskifti á skránni

29. oktober 2020 - kl. 09:00


GRUNDSKEIÐ: Í gjár og fyrradagin var grundskeið hildið í Smæruni fyri álitisfólkum hjá Starvsmannafelagnum, sum vórðu vald í fjør. Á skránni vóru tryggingar- og eftirlønarskipan, positiv sálarfrøði, starvsfólk og talufrælsi og gott samskifti við ymisk fólk í ymiskum støðum. 


27 av nýggjastu álitisfólkunum undir Starvsmannafelagnum luttóku á skeiði í Smæruni týsdagin og mikudagin í hesi vikuni. Eftir at Súni Selfoss, formaður í felagnum, hevði bjóðað vælkomin, fekk Dan Joensen frá LÍV orðið, har hann greiddi frá Tryggingar- og eftirlønarskipanini hjá Starvsmannafelagnum.
 
Síðani hevði Kitty May Ellefsen, Master í positivari sálarfrøði, eina framløgu um Positiva sálarfrøði. Næstur á skránni var Sigmund Polsen, advokatur, sum umrøddi evnið Starvsfólk og talufrælsi, og tann seinasti í røðini av skeiðshaldarunum í Smæruni var Erlig Fles, sálarfrøðingur, ið greiddi frá týdninginum av at hava Gott samskifti við ymisk fólk í ymiskum støðum.
 

 


« Aftur
Næsta