.
Starvsmannafelagið stuðlar sjúrkarøktarfrøðingum
Starvsmannafelagið stuðlar sjúrkarøktarfrøðingum

23. oktober 2020 - kl. 13:00


VERKFALL: Við hesum vil Starvsmannafelagið lýsa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sín fulla stuðul í verkfalli teirra. Samstundis heita vit á limir okkara í Starvsmannafelagnum um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
 

Somuleiðis nýta vit høvið at koma við eini áheitan til sáttmálapartin hjá sjúkrarørktarfrøðingunum, Fíggjarmálaráðið, um aftur at sessast við samráðingarborðið, og fáa í lag eina virðiliga semju, sum báðir partar kunnu liva við.
 

Við fakfelagskvøðu

Starvsmannafelagið


« Aftur
Næsta