.
Varðveitið lønarískoytið og sáttmálaløn
Varðveitið lønarískoytið og sáttmálaløn

08. oktober 2020 - kl. 16:00


Fakfeløgini í Fakfelagsráðnum vilja harðliga mótmæla, at skipanin við lønarískoyti verður broytt, so løntakarar ikki longur fáa sáttmálaløn fyri arbeiði. Henda skipan kundi hildið á at verið ein sólskinsøga, sum fevnur og rúmar allar løntakarar, og har allir løntakarar fáa somu løn fyri sama arbeiði.

 

 

 

Skipanin við lønarískoytinum hevur verið ein sera góð skipan, og tað bleiv hon, tá ið ásett varð, at tað er sáttmálalønin á økinum, sum er avgerandi fyri lønina hjá persóninum í skipanini.

Soleiðis sum skipanin hevur verið seinastu árini, er at tað er sáttmálalønin á avvarðandi øki, sum ein løntakari arbeiðir í, ið er avgerðandi fyri, hvør lønin er.

Ein lærari verður løntur eftir sáttmálanum hjá Lærarafelagnum, ein sjúkrarøktarfrøðingur eftir sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ein arbeiðari eftir sáttmálanum hjá arbeiðarafeløgunum, ein verkfrøðingur eftir sáttmálanum hjá akademikarafelagnum, ein maskinmeistari sambært sáttmálanum hjá maskinmeistarafelagnum og so framvegis.

Teir løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek skal sum meginregla ikki gera, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir, og tey sum arbeiða eftir sama sáttmála.

Hetta verður nú broytt og fer at raka ein stóran part av løntakarunum, sum gerast partur av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar 2021 verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og jú størri mein ein persónur hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at verða fult dekkaður av síni sáttmálaløn.

 

Dømi 1:

Byrjunarløn hjá bussførara settur eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í byrjunarløn 29.932,36 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og eftirløn. Um viðkomandi hevur mist 60 prosent av sínum arbeiðsførleikum, hevði hetta verið galdandi:

 

                                                       Gomul skipan                                                 Nýggj skipan                             

Løn frá arbeiðsgevara:                           11.972,94                                                               11.972,94
Lønarískoyti:                                          17.959,42                                                              14.562,82

Løn í alt:                                                29.932,36                                                             26.535,76

 

Bussførarin missir 3.396,60 krónur um mánaðin ella 40.759,17 krónur árliga í løn. Sostatt verða frítíðarløn og eftirløn eisini samsvarandi minni.

 

Dømi 2:

Eitt starvsfólk á einum fiskavirki við 20 ára starvstíð hevði forvunnið hetta sambært sáttmála 24.657,93 krónur um mánaðin. Um viðkomandi hevði mist 70% arbeiðsførleikanum, hevði hetta verið úrslitið:

 

                                                         Gomul skipan                                                Nýggj skipan                             

Løn frá arbeiðsgevara:                              7.397,38                                                                7.397,38
Lønarískoyti:                                           17.260,55                                                               16.393,05

Løn í alt:                                                  24.657,93                                                              23.790,41

 

Flakafólkið missir 867,52 krónur um mánaðin ella 10.410,24 krónur um árið í løn.

 

Dømi 3:

Ein byggifrøðingur við 16 ára starvsroyndum forvinnur í dag 42.307 krónur um mánaðin sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Um viðkomandi hevur helmingin av sínum arbeiðsførleika, er úrslitið hetta:

 

                                                         Gomul skipan                 Nýggj skipan                                                           

Løn frá arbeiðsgevara:                      21.153,50                         21.855,50
Lønarískoyti:                                      21.153,50                         10.890,00

Løn í alt:                                             42.307,00                         32.745,50

 

Missurin hjá byggifrøðinginum verður sostatt 10.262,50 krónur um mánaðin ella 123.154,80 krónur um árið.

 

Dømi 4

Ein heilsurøktari við 10 ára starvsroyndum forvinnur 28.164,93 krónur um mánaðin sambært sáttmála. Um viðkomandi hevur mist 75% arbeiðsførleika, er úrslitið hetta:

 

                                                         Gomul skipan                                                    Nýggj skipan                          

Løn frá arbeiðsgevara:                             7.041,23                                                                 7.041,23
Lønarískoyti:                                           21.123,70                                                              16.505,51

Løn í alt:                                                  28.164,93                                                             23.546,74

 

Missurin hjá heilsurøktaranum verður sostatt 4.618,19 krónur um mánaðin ella 55.418,27 krónur árliga.

 

Næstan øll missa

Dømini eru mong, sum kunnu takast fram, men felags er, at næstan allir løntakarabólkar verða verri fyri, tá ið nýggja skipanin verður sett í verk.

Vit í Fakfelagsráðnum, sum umboða allar lønarbólkar, krevja, at tað sjálvandi er sáttmálin á økinum og hesi lønarviðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvat lønarískoytið verður. Við núverandi skipan vera næstan allir lønarbólkar dekkaðir fult, og tað er ikki løntakaranum til ófyrimunar, at viðkomandi hevur skerdan arbeiðsførleika. Tað er eisini ein mesta upphædd á, sum tað heldur ikki ber til at fara upp um í verandi skipan.

Framyvir verður tað ein tilvildarlig ásett upphædd og mótrokning í mun til inntøku, sum verður avgerandi fyri, hvussu títt lønarískoyti verður. Tað gongur harðast út yvir tey, sum hava lítlan arbeiðsførleika, og nøkur við góðum inntøkum. Sum heild gongur hetta tó út yvir næstan allar løntakarabólkar í ymsan mun.

Umframt at stríðast við sjúku, brek, slit ella skaða, skulu teir løntakarar, sum í framtíðini verða skerdir í arbeiðsførleikum, eisini hava tað sitandi á sær, at tey vera munandi verri fyri í inntøku. Hetta eigur og má kunna gerast betur.

Hví oyðileggja eina skipan sum riggar?

 

 

Vinarliga

 

Fakfelagsráðið – umboðandi 31 fakfeløg á Føroyska arbeiðsmarknaðinum

Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, BLF - Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan

 


« Aftur
Næsta