.
Forfólk fyri tættari samstarvi millum fakfeløgini
Forfólk fyri tættari samstarvi millum fakfeløgini

23. september 2020 - kl. 10:00


FAKFELAGSSAMSTARV: Tað er semja millum forfólkini fyri seks av teimum størru fakfeløgnunum í Føroyum, sum mynda Fakfelagssamstarvið, at samstarvið millum feløgini eigur at vera styrkt enn meira. Her verður serliga hugsað um at skipa seg í eitt meginfelag, ið skal virka sum eitt felags talurør fyri feløgini. Somuleiðis at eitt slíkt felag kann átaka sær uppgávur, sum viðkoma øllum feløgunum. Uppgávur, sum hvør sær kunnu vera ov stórar og kostnaðarmiklar hjá hvørjum einstøkum felagi at fara undir.

Føroyska fakfelagsrørslan er ov spjadd og arbeiðir ikki nóg tætt saman. Hetta var ein av niðurstøðunum á einum felags fundi hósdagin millum tey seks feløgini, ið fyri nøkrum árum síðani skipaðu seg í sonevnda Faksfelagssamstarvið. Feløgini eru Starvsmannafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Akdademikarafelag Føroya. Við á fundinum vóru nevndirnar og umsitingarnar í teimum seks feløgunum.

Undir felags nevndarfundinum greiddu trý framstandandi donsk fakfelagsfólk millum annað frá, hvørjar royndir tey hava millum við sínamillum samstarvi millum fakfeløg í Danmark. Tey vóru Benni Andersen, formaður fyri Socialpædagogernes Landsforbund, Majbrit Berlau, næstforkvinna í Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH), og Lars Quistgaard, formaður fyri akademikararnar.

Til fyri tveimum árum síðani var danska fakrørslan savnað í tveimum meginfeløgum, sum vóru Landsorganisationen (LO) og Funktionærernes og Tjenestemændenes Fællesråd (FTF). Í 2018 løgdu hesi saman í eitt og sama meginfelag, nevnt Fagbevægelsens Hovedorganisation (FH).

Fleiri royndir hava verið gjørdar at gera eitt føroyskt meginfelag fyri fakfeløg, men hetta hevur higartil ikki borið á mál. Tó finnast samstørv innan føroysku fakrørsluna. Innan tað almenna hava tey seks áðurnevndu feløgini skipað seg í sonevnda Fakfelagssamstarvið, meðan nøkur fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava funnið saman í Samtak.

Hóast ymisk sjónarmið um, hvussu samstarvið kanna verða víðkað, er rættiliga breið semja um, at arbeitt eigur at vera fram ímóti einum meginfelag, sum kundi tikið sær av felagsmálum, ið øll fakrørslan og løntakarar kunnu njóta gott av. Hetta ístaðin fyri at arbeiða hvør sær í flestu málum, stórum sum smáum.

Vit hava spurt formenninar og -kvinnurnar í teimum seks feløgununum í Fakfelagssamstarvinum, hvussu tey ímynda sær, at eitt nærri samstarv kann fáast í lag, eins og til dømis arbeiðsgevararnir hava funnið saman ígjøgnum Vinnuhúsið.

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum:
- Eg haldi, at tað ongantið hevur verið størri tørvur á eini felags fakfelagsrødd, og tí eiga vit sum fakrørsla at skipa okkum munandi tættari saman. Sum partur av trýpartasamstarvinum við arbeiðsgevarar og ta politisku skipanina kunnu vit vera tann súlan í samfelagnum, ið kann ávirka bæði lógarverk og alt tað, sum hevur við arbeiðsmarknaðin at gera, tann rætta vegin. Beint nú kundu vit saman sett á skrá niðursetta arbeiðstíð, mismun á arbeiðsmarknaðinum, at fáa endurskoðað alt lógarverkið kring arbeiðsmarknaðinum og gjørt kanningar av ymsum slagi, sum lýsa arbeiðsmarknaðin. Somuleiðis stinga nógv løgfrøðislig mál seg upp, ið viðkoma okkum øllum, og sum vit kunnu vera felags um at loysa, ístaðin fyri at gera tað hvør sær. Tað týdningamesta er tó, at vit saman finna útav, hvat tað eru fyri mál, sum vit við fyrimuni kunnu samstarva um. Vit hava leingi sæð, at Vinnuhúsið stendur rættiliga sterkt í samfelagskjakinum, tí man í stóran mun tosar við einari rødd, og tað eigur ein samlað fakfelagsrørsla eisini at miðja ímóti at gera.

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag:
- Vit hava havt eitt fakfelagssamstarv, men eg haldi, tað hevur tikið alt ov langa tíð at fingið sett nøkur týdningarmikil mál á skrá har. Um vit fáa sett viðkomandi mál á dagsskránna og loyst tey á bestan hátt, so trúgvi eg, at tað verður munandi lættari formliga at skipa okkum betri, tí so vilja øll vera við.

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag:
- Eg hugsi, at tað er ein natúrlig gongd, at vit fáa eitt tættari samstarv. Í dagsins samfelagi eru tað alt fleiri mál, sum fáa týdning fyri allar løntakarar, og í løtuni eru tær raddirnar at tosa okkara søk, alt ov spjaddar. Tí hevði tað verið best fyri allar partar, um vit fingu eitt meiri samansjóðað samstarv. Eitt nú við at fáa gjørt nakað við tað sálarliga arbeiðsumhvøvið, ið er ein avbjóðing, sum vit innan okkara fak merkja nógv til. Tí er stórur tørvur á at fáa sett meira ljós á tann partin. Hetta hongur eisini neyvt saman við spurninginum um at fáa stytt arbeiðsvikuna. Nevniliga at fáa arbeiðslív og familjulív at passa betri saman.  

Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
- Um vit skulu ávirka til at fáa broytt umstøðurnar hjá arbeiðstakarunum til nakað, sum vit øll fáa gagn av, so krevur tað samskipaði átøk, har øll fakfeløgini spaða til. Eitt nú við at fáa stytt arbeiðsvikuna, at fáa betri lóggávu, tá ræður um arbeiðsumhvørvi, at fáa gjørt limagjaldið skattafrítt og so framvegis. Um vit øll standa saman um hetta, verður lættari at fáa sett røttu fólkini til at gera tiltrongdar greiningar, sum kunnu vera við til at lyfta okkara felags áhugamál mótvegis politisku skipanini, og á tann hátt fáa framt neyðugar ábøtur, ístaðin fyri at gera hetta hvør sær.

Páll Nolsøe, Akademikarafelag Føroya
- Eg haldi tað hevði verið eitt stórt og týdningarmikið framstig fyri fakfelagsrørsluna, um vit fingu eina felags rødd. Hon hoyrist betri og hevur størri gjøgnumslagsmegi, enn við at arbeiða hvør í sínum lagi. Eg hugsi, at tey ymsu fakfeløgini í veruleikanum hava somu áhugamál. Vit eiga at arbeiða saman fyri at fáa sett nøkur kjarnumál á politisku dagsskránna. Somuleiðis tá ræður um at gera ymsar greiningar, sum koma øllum løntakarum til góðar. Politiskt hevði tað verið ein stórur fyrimunur, tí tað er lættari at fáa framt politiskar broytingar, tá rætta forarbeiðið er gjørt, har vit kundu presentera fakta ígjøgnum væl gjøgnumarbeiddar greiningar. Eg ivist ikki í, at tað verður lurtað eftir Fakfelagssamstarvinum, men vit eiga at styrkja samstarvið enn meira.

Óluva í Gong, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
- Vit hava brúk fyri eini felags rødd, og hetta er ikki fyrstu ferð, at vit eru komin til hesa niðurstøðuna. Tað snýr seg fyrst og fremst um at finna stevið um nøkur felags mál, áðrenn vit fara undir at byggja upp eina skipan um hetta. Vit mugu fyrst vita, hvat vit skulu brúka eina slíka skipan til. Tað hevur tíverri ikki enn eydnast okkum at lyfta ta uppgávuna, sum vit longu hava sett okkum fyri. Vit hava havt nógvar fundir, har nógv uppskot eru komin á borðið, og har vit longu hava raðfest uppgávurnar. Áðrenn vit fara víðari, eiga vit at fáa sett tað í verk, sum vit longu eru samd um.

(Myndatekstur)
Forfólkini í fakfeløgunum, sum manna Fakfelagssamstarvið. Frá vinstru Vigdis Johannesen, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Jacob Eli S. Olsen, Føroya Lærarafelag, Jógvan Philbrow, Føroya Pedagogfelag, Páll Nolsøe, Akademikarafelag Føroya, Súni Selfoss, Starvsmannafelagið, og Óluva í Gong, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


« Aftur
Næsta