.
Styttri arbeiðstíð til viðgerðar í tinginum í dag
Styttri arbeiðstíð til viðgerðar í tinginum í dag

03. september 2020 - kl. 11:00


Í dag verður 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar frá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna.

 

Tað er Aksel V. Johannesen, sum vegna Javnaðarflokkin hevur lagt uppskotið fram, har hann heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um stigvíst at stytta arbeiðsvikuna.

 

Í viðmerkingunum sigur hann millum annað, at í fleiri áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku. Arbeiðið hevur givið úrslit, og varð arbeiðsvikan so líðandi stytt úr 48 niður í 40 tímar í seksti- og sjeytiárunum. Seinastu 40 árini hevur lógarásetta arbeiðsvikan í Føroyum kortini verið óbroytt. Til samanberingar varð lógarásetta arbeiðsvikan Í Danmark stytt niður í 37 tímar longu í 1990. Summi fakfeløg hava kortini samrátt seg til eina styttri arbeiðsviku í sáttmála millum partarnar.

Eisini verður sagt, at tíðin er komin til at dagføra løgtingslóg nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku, og stigvíst stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini. Og mælt verður til, at hetta átti at verið tikið upp til trípartasamráðingar.

 

 

Orsakir til uppskotið

Hagtøl frá Hagstovu Føroya 2018 vísa, at føroyska arbeiðsfjøldin er hin virknasta í Evropa.

 

Men hagtøl frá 2013 vísa eisini, at føroyskar kvinnur liggja triðovast í heiminum, tá tað kemur til at arbeiða niðursetta tíð. Umleið 52% av arbeiðsvirknum kvinnum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð samanborið við 43, 41 og 18,5% í ávikavist Norra, Svøríki og Finnlandi. Eisini síggja vit, at talið av teimum, sum gerast strongd, er hækkandi í okkara parti av heiminum. Ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman.

 

Í uppskotinum verður eisini víst á, ar fleiri fakfeløg m.a. Heilsuhjálparafelagið og Starvsmannafelagið víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísa millum annað á, at tað innan heilsuøkið ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.

Samanumtikið meta uppskotssetararnir, at tað við støði í hagtølunum ber til at staðfesta, at føroyingar vilja arbeiða, men at vit vilja eisini hava tíð til at vera saman við okkara kæru.

Uppskotssetararnir vilja, at tað skal verða lættari at sameina familju- og arbeiðslív. Og tí verður hetta uppskot um stigvíst at stytta arbeiðsvikuna lagt fyri Løgtingið.

 

 

Hvat fer hetta at merkja?

Ein stytting av arbeiðsvikuni førir ikki við sær, at vanliga vikulønin verður lækkað.

Mánaðarlønt fáa somu løn fyri færri arbeiðstímar. Og harafturat vil tað merkja, at fleiri av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, verða tættari at fullum brøki. Stytta vit arbeiðsvikuna, merkir hetta, at tey, ið framvegis velja at arbeiða t.d. 30 tímar um vikuna, fáa løn fyri 30/37 partar heldur enn 30/40 partar. Hetta vil tískil vera ein lønarhækking.

Fyri tey, sum arbeiða fleiri enn 40 tímar um vikuna, til dømis tímalønt í privatu vinnuni, merkir hetta, at tey skjótari verða lønt fyri yvirtíð.

 

 

Hvussu kann hetta gerast?

Mælt verður til, at arbeiðsvikan verður stytt stigvíst. Hetta kann til dømis gerast við at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár. Mett verður, at tað kostar umleið tað, sum svarar til 2,5 % í lønarhækking um árið at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma.


« Aftur
Næsta