.
Fleiri arbeiðsmarknaðarmál í tinginum
Fleiri arbeiðsmarknaðarmál í tinginum

28. apríl 2020 - kl. 15:00


Starvsmannfelagið var til talgilda hoyring hjá Vinnunevndini umvegis Teams í morgun, nú Løgtingið viðgerð fleiri arbeiðsmarknaðarmál.

 

Hóast Løgtingið hevur tikið mong mál av skrá vegna korona, eru samgonga og andstøða komin ásamt um at avgreiða nøkur útvald mál áðrenn summarsteðgin. Í gjár, mánadagin 27. apríl 2020 vóru trý arbeiðsmarknaðarmál til 1. viðgerð í tinginum.

 

Har var uppskot til samtyktar frá Javnaðarflokkinum um at dagføra lógina um starvsmenn, sum Starvsmannafelagið leingi hevur arbeitt fyri. 

 

Eisini var uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur. Hetta uppskotið hava Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum lagt fram vegna teirra flokkar.

 

Og síðan var uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um fjarstørv kring landið. Her verður mælt til, at øll nýggj almenn størv skulu metast út frá, um tey kunnu verða røkt umvegis teldu av starvsfólki, sum búgva á bygd ella á útoyggj.

 

Í morgun, týsmorgunin, var Starvsmannafelagið til hoyringar í Vinnunevndini um trý andstøðuuppskot, sum øll snúgva seg um sama mál, nevniliga at javnstilla kvinnur og menn í pensjónsútgjaldinum. Sum støðan er, fáa kvinnur lægri mánaðarútgjald enn menn í lívrentu, eisini hóast bæði hava goldið tað sama inn gjøgnum eitt langt arbeiðslív. Hendan siðvenjan hevur verið galdandi í mong ár við teirri grundgeving, at kvinnur í miðal liva longri enn menn.

 

Súni Selfoss, formaður, og Rigmor Dam, ráðgevi, umboðaðu Starvsmannafelagið í morgun. Tey vístu á, at felagið tekur undir við uppskotunum, og vil eisini gera sína ávirkan galdandi hjá eftirlønarfelagnum Lív, sum felagið eigur í.

 

Øll hesi nevndu málini eru andstøðuuppskot, ið sum kunnugt sjáldan verða samtykt. Tó eru útlitini eitt sindur bjartari fyri uppskot til samtyktar, sum av og á verða samtykt, eisini hóast talan er um andstøðumál. Eftir orðaskiftinum í tinginum í gjár at døma, er als ikki óhugsandi at semja fæst um okkurt av uppskotunum. 

 

Men óansæð, so fegnast vit í Starvsmannafelagnum hvørja ferð uppskot um batar á arbeiðsmarknaðinum eru til viðgerðar. Tí umráðandi er at halda gongd í málunum, so tey kunnu verða tikin fram aftur eina aðruferð. Tað er soleiðis vit røkka á mál: Við at toga, kjakast og toyggja. Tí til endans gleppur!


« Aftur
Næsta