.
Javnstøða í pensjónsútgjaldi í tinginum í morgun
Javnstøða í pensjónsútgjaldi í tinginum í morgun

11. mars 2020 - kl. 10:00


Løgtingið fer í morgun undir 1. viðgerð av tveimum andstøðuuppskotum, sum bæði hava til endamáls at javnseta kvinnur og menn í pensjónsútgjaldinum.

 

Tjóðveldi hevur lagt uppskot til samtyktar fram, har heitt verður á landsstýrið um at skipa so fyri, at kvinnur og menn verða javnsett, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum, og um neyðugt at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, fyri at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum.

 

Javnaðarflokkurin fer stigið víðari og hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, sum ásetir, at tað ikki longur verður loyvt at taka atlit til kyn, tá lívrenta skal gjaldast út.

 

Í viðmerkingunum verður sagt, at kvinnur í dag fáa 13 prosent minni útgoldið enn menn, so avleiðingin verður, at tryggingarfeløgini annaðhvørt mugu hækka útgjaldið til kvinnur, lækka útgjaldið til menn ella bæði. Velja tryggingarfeløgini henda síðsta møguleika verður mett, at talan er um umleið 200 krónur minni til menn og 200 krónur meira til kvinnur í lægstu inntøkubólkunum.

 

Starvsmannafelagið fylgir málinum tætt, og hevur boðað frá, at felagið tekur undir við, at kvinnur og menn verða líkastillað í pensjónsútgjaldinum. Felagið er partaeigari í tryggingarfelagnum Lív, og ger sína ávirkan galdandi tann vegin. Men felagið metir skilabestu loysina vera, at lógin verður tillagað, so øll eftirlønarfeløg hava somu treytir. 

 

Tingfundurin byrjar kl. 10.00 og til ber at hoyra orðaskiftið HER!

 


« Aftur
Næsta