.
Fyrstu ferð: Meirilutin í nevndini eru kvinnur
Fyrstu ferð: Meirilutin í nevndini eru kvinnur

08. mars 2020 - kl. 13:00


Hendan kvinnudagin 8. mars 2020 kunnu vit í Starvsmannafelagnum fegnast um, at eftir aðalfundin í gjár er meirilutin í nevndini kvinnur.

 

Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at kvinnurnar eru í meiriluta í nevndini.

 

Nývaldar eru tær báðar Birita F. Kjærbæk og Borgný Mohr, sum vórðu valdar á aðalfundinum hjá felagnum í gjár, 7. mars 2020, har eisini Súni Selfoss varð afturvaldur til formann.

 

Nevndin er nú hendan:

Ovast f.v: Súni Selfoss, formaður og Hilmar Augustinussen.

Niðast f.v: Borgný Mohr, Noomi K. Rasmussen og Birita F. Kjærbæk

 

Varalimir eru: Svend Erik Saxov og Jóngerð Simonsen

 

Vit í umsitingini ynskja bæði fráfarandi, verandi, ný- og afturvaldum blíðan byr og gott samstarv í álitisstørvunum.

 

Góðan kvinnudag!

 


« Aftur
Næsta