.
Súni Selfoss afturvaldur til formann
Súni Selfoss afturvaldur til formann

07. mars 2020 - kl. 18:00


Súni Selfoss varð afturvaldur til formann á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum í dag.

 

Súni Selfoss er 55 ára ára gamal og býr í Sørvági. Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu 4 árini sum formaður. Súni Selfoss var í starvi sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya, áðrenn hann gjørdist formaður Starvsmannafelagsins.

 

Súni Selfoss fekk 533 atkvøður á valinum, har allir limir hava valrætt og kunnu velja, antin áðrenn aðalfundin ella á sjálvum aðalfundinum.

 

Gunnar Hjelm, varaleiðari á sjúkraflutningstænastuni, bjóðaði seg eisini fram til formanssessin. Hann fekk 162 atkvøður.

 

Tveir nýggir nevndarlimir

Tveir nevndarsessir skuldu eisini mannast í dag. Trý valevni bjóðaðu seg fram. Birita F. Kjærbæk fekk 340 atkvøður og Borgný Mohr 324 atkvøður. Triðja valevnið, Svend Erik Saxov, fekk 256 atkvøður. Sostatt eru tær báðar, Birita og Borgný, valdar í nevndina.


« Aftur
Næsta