.
Hildigerð Djurhuus er ársins álitisfólk
Hildigerð Djurhuus er ársins álitisfólk

07. mars 2020 - kl. 15:00


Hildigerð Djurhuus, álitisfólk á Posta, varð á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum kosin ársins álitisfólk fyri hennara neyðuga og ótroyttiliga arbeiði fyri limir felagsins á Posta.

 

Í grundgevingini sigur nevndin soleiðis: 

 

"Nevndin í Starvsmannfelagnum vil við hesum heiðra Hildigerð Djurhuus fyri arbeiði hennara sum felags álitisfólk í almenna partafelagnum Posta.

 

Posta er eitt arbeiðspláss, sum í fleiri ár hevur havt stórar avbjóðingar við at halda sáttmálan í starvsfólkamálum.

 

Hildigerð hevur í fleiri ár verið við til at verja rættindini hjá limunum undir truplum umstøðum.

 

Trúføst, treisk og ótroyttiliga hevur hon átikið sær uppgávuna at verja limirnarnar og teirra rættindi.

 

Hon hevur sýnt vilja og áhaldni, tá hart hevur leikað á og onnur høvdu kastað frá sær.

 

Fyri hetta heldur nevndin  at hon uppiborið viðurkenningina sum Ársins Álitisfólk 2020."

 


« Aftur
Næsta