.
Vælkomin á aðalfund
Vælkomin á aðalfund

03. mars 2020 - kl. 15:00


Aðalfundur og veitsla verða leygardagin 7. mars 2020. 

 

Aðalfundurin verður í Smæruni í Havn kl. 14.30 við hesi skrá:

Formansfrágreiðing

Ársins álitisfólk verður valt

Góðkenning av granskoðaðum roknskapum

Lógarbroytingar

Ásetan av limagjøldum

Val av formanni

Val av nevndarlimum og tiltakslimum

Val av granskoðara og tiltakslimi

Ymiskt

 

Til formansvalið stilla tvey valevni upp: Gunnar Hjelm og Súni Selfoss.

Til nevndina skulu veljast tveir nýggir limir. Trý bjóða seg fram:

Birita Kjærbæk - Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Borgný Mohr - Almannaverkið

Svend Erik Saxov - Landssjúkrahúsið

 

Kl. 18:00 verða vælkomudrykkir og góður rokktónleikur við húsaorkestrinum Klettar í Smæruni.

 

KL. 19:00 verður ókeypis veitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Ørvaroddar grilla heilan grís við øllum góðum afturvið í túninum, og Oddvør Skarðhamar bjóðar dessert. Góður felagssangur við gittarundirspæli.

 

Drigið verður um gávukort á 2.000 kr. frá Atlantic Airways.

 

Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er 5. mars á gudrid@starvsmannafelag.fo ella á telefon 614868.

 


« Aftur
Næsta