.
Samráðingar við kommunurnar byrjaðar
Samráðingar við kommunurnar byrjaðar

11. februar 2020 - kl. 13:00


Fyrsti samráðingarfundur um nýggjan sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) varð í hølum Starvsmannafelagsins í morgun.

Nú sáttmálin við Fíggjarmálaráðið er komin í hús, eru stundir at fara undir samráðingar við hitt stóra almenna arbeiðsgevarafelagið KAF, har sáttmálin eisini gekk út 1. oktober 2019.

Í morgun kl. 10.00 hittust partarnir, har teir løgdu leggja krøv og ynski fyri hvønn annan. Samráðingarleiðari fyri KAF er Anita Fuglø, meðan Eyðdis Hartmann Niclassen, borgarstjóri í Vága Kommunu, umboðaði politiska baklandið og Bogi Bendtsen umboðaði SEV. Fyri Starvsmannafelagið var Súni Selfoss, formaður, samráðingarleiðari, meðan nevnd og skrivari eisini vóru til staðar.

Næsti fundur verður týsdagin 18. februar kl. 9.30 í hølum Starvsmannafelagsins.


« Aftur
Næsta