.
Javnstøða í pensjónum á tingfund í dag
Javnstøða í pensjónum á tingfund í dag

11. februar 2020 - kl. 12:00


Arbeiðsmarknaðarmál er á skránni til tingfundin í dag. Hetta er uppskot til samtyktar frá Framsókn um, at kvinnur og menn skulu hava sama útgjald í lívrentu - pensjón.

 

Tað eru tey bæði, Ruth Vang, tingkvinna, og Bjarni Kárason Petersen, tingmaður, sum hava lagt uppskotið fram, har tey fílast á, at kvinnur fáa 13 prosent minni enn menn um mánaðin, tí kvinnur í miðal liva longri enn menn.

 

Tí heita tey á tingið um at biðja landsstýrið fyrireika uppskot um, at bæði kyn eiga at verða javnstillað í sambandi við lívrentutryggingar, sum verða teknaðar frá 1. januar 2021.

 

Í viðmerkingunum vísa tey millum annað á, at grannalondini eru farin frá hesi siðvenju, tí kynið er ikki einsamalt avgerandi fyri væntaðan miðallivialdur. Eitt nú vísa kanningar úr Danmark, at munurin ímillum miðallivialdur hjá akademikarum og ófaklærdum er 7-8 ár, meðan munurin ímillum kvinnur og menn er undir 4 ár. Sostatt hevur eitt nú útbúgving størri ávirkan á væntaðan livialdur enn kyn.

 

Uppskotið er síðst á skrá á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.00. Síðan verður tað beint í Vinnunevndina.

 

Uppskotið finnur tú HER!

 

Fylg orðaskiftinum beinleiðis HER!


« Aftur
Næsta