.
Bjóða teg fram til nevndina
Bjóða teg fram til nevndina

23. januar 2020 - kl. 15:00


1. februar er freistin at bjóða teg fram sum nevndarlim í Starvsmannafelagnum.

 

Aðalfundur Starvsmannafelagins verður 7. mars í Smæruni í Havn, og tað serliga hesaferð er, at vit hava tvey val: Formansval og nevndarval, har tveir nevndarlimir skulu veljast. Harumframt skulu tveir tiltakslimir veljast.

 

Freistin at bjóða seg fram sum formansvalevni er farin, men enn ber til at bjóða teg fram til nevndina. 

 

Sum nevndarlimur fært tú ávirkan á løn, arbeiðskor og rættindi hjá áleið 2.000 løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Formaður verður valdur fyri fýra ár. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár og tiltakslimirnir fyri eitt ár. Valið fer fram við brævatkvøðu ella á aðal­fundinum í Smæruni 7. mars 2020.

 

Fullgildigir limir í Starvsmannafelagnum kunnu stilla upp. Limir kunnu eisini stilla aðrar limir upp, treytað av, at fulltrú frá valevninum er løgd við uppstillingini.

 

Uppstillingin verður latin felagnum og skal vera skriv­lig. Upplýsið navn og og bústað hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir. Víst verður annars til § 9 í við­tøkum felagsins.

 

Tann skrivliga fráboðanin um uppstilling til nevndina skal fráboðast í seinasta lagi til og við 1. februar. 

 

Valevni til tiltakslimir verða uppstillaði á aðalfundinum.


« Aftur
Næsta