.
Tey hægstløntu kenna fløvan av vøkstrinum
Tey hægstløntu kenna fløvan av vøkstrinum

23. januar 2020 - kl. 16:00


Tey fimm prosent hægstløntu í Føroyum síggja búskaparvøksturin aftur á lønarseðlinum, meðan tey 95 prosentini hava havt ein lutfalsliga væl lægri lønarvøkstur árini 2009-2017. Hetta er niðurstøðan hjá Jón Joensen, hagfrøðingi, sum umrøddi lønarlagið í samfelagnum í Breddanum hjá Kringvarpinum mikudagin.

 

Jón Joensen greiddi frá, at ójavnin er vaksin við 680 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2009-2017. Tey ovastu 5 prosentini hava fingið 340 mió. kr. meira at býta millum sín í lønarposarnar, meðan 95 tey niðastu prosentini hava fingið 340 mió. kr. at býta sínamillum, og hava harvið ikki fingið lut í búskaparvøkstrinum.

 

Kvinnurnar eru framvegis hin størsti láglønarbólkurin og ongin útjavning er farin fram millum kynini í tíðarskeiðnum. Meðan mannfólk hava fingið 37 prosent í lønarvøkstri síðan 2009, fáa kvinnurnar einans 27 prosent meira í lønarposarnar.

 

Greitt er, at ein lítil bólkur av monnum er farin avstað við meginpartin av vøkstrinum.

 

- Tað er heilt týðuligt, at tað er allokeringin (tillutanin, red.) av tilfeingis-rentuni í í fiski- og alivinnuni, sum er fallin í lut til tænarar og eigarar í teimum vinnunum, segði Jón Joensen við Kringvarpið.

 

Mynd: Jón Joensen, Hagfrøðingur, var í Breddanum hjá Kringvarpinum


« Aftur
Næsta