.
Nevndin í Starvsmannafelagnum umskipað
Nevndin í Starvsmannafelagnum umskipað

22. januar 2020 - kl. 16:00


Nevndin í Starvsmannafelagnum varð umskipað seinnapartin.

 

Bjørg Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2017 fer til Danmarkar av lesa, og fyri hana er komin Jóngerð Simonsen, sum var eykavald.

 

Bjørg Jacobsen hevur verið næstforkvinna í felagnum. Nýggjur næstformaður er nú Svend Åge Seloy. Svend Åge hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum tríggjar setur og tí skal annar nevndarlimur veljast í hansara stað á aðalfundinum í mars.

 

Av tí, at hon fer av landinum skal nýggjur nevndarlimur eisini veljast fyri Bjørg Jacobsen. Sostatt standa tveir nevndarsessir fyri valið á aðalfundinum hjá felagnum í mars.

 

Á myndini omanfyri síggja vit, frá vinstru: Svend Åge Seloy, Hilmar Augustinussen, Bjørg Jacobsen, Noomi Rasmussen, Anna Johannesen, Súni Selfoss og Jóngerð Simonsen.


« Aftur
Næsta