.
Semingsstovnurin boðsendur
Semingsstovnurin boðsendur

20. januar 2020 - kl. 16:00

Starvsmannafelagið tekur til eftirtektar, at Fíggjarmálaráðið fríggjadagin ynskti semingsstovnin uppí samráðingarnar um nýggjan sáttmála.


- Tað er harmiligt, at mótparturin gav skarvin yvir so skjótt. Vit mettu ikki, at allir møguleikar vóru troyttir, tí eftir okkara tykki, eru okkara krøv als ikki órímilig, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

 

 

Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið gekk út 1. oktober, men enn hevur ikki eydnast at koma ásamt um ein nýggjan sáttmála.

 

Næsta stig verður nú, at semingsmaðurin, Terji Sigurðsson, fær ymiskt tilfar frá báðum pørtunum, sum síðan verða innkallaðir til fyrireikandi fund.


« Aftur
Næsta