mikudagur 21. august 2019
Framløga um óskipaðan arbeiðsmarknað
Framløga um óskipaðan arbeiðsmarknað

02. august 2019 - kl. 15:00


ARBEIÐSMARKNAÐARKANNING: 13 fakfeløg hava tikið stig til at gera eina kanning, sum lýsir í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesum sambandi verður framløga av kanningini hildin í Smæruni mánadagin 5. august klokkan 10.00.

Sum umboð fyri útvið 14.000 limir – ið eru arbeiðstakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum – kenna 13 fakfeløg tað sum sína felags ábyrgd at eftirkanna, um søgurnar og uppáhaldini um lønardumping og óskipaði viðurskifti annars á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava hald í veruleikanum. Tí hava fakfeløgini tikið lógvatak og sett sær fyri at fáa kannað í hvønn hetta er ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Høvuðsendamálið hevur verið at savna vitanina, sum feløgini hvør í sínum lagi liggja inni við og eftirkanna og skjalprógva søgurnar, ið javnan stinga seg upp.

Talan er um eina skjóta kanning, har eitt kanningarfólk hevur arbeitt í fýra mánaðir við bæði at kanna og skriva frágreiðingina. Av praktiskum orsøkum hevur kanningin verið avmarkað til útvald økir, og valið er fallið á tvey økir við serligum avbjóðingum. Nevniliga ta skjótt vaksandi hotel- og matstovuvinnuna og um útlendingar í byggivinnuni. Tað er Liljan Weihe, fjølmiðlafólk og samfelagsfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina fyri feløgini.

Varpa ljós á myrk økir

Fakfeløgini halda, at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum sum heild eru góð. Kanningin vísir tó, at tað eru undantøk, har viðurskiftini ikki eru nøktandi, og har nakað má gerast. Kanningin leggur seg eftir at avdúka mynstur, sum vísa afturvendandi og meira generellar trupulleikar. Heldur enn einstakar hendingar, sum kunnu koma fyri, og sum ikki siga so nógv um støðuna sum heild.

Kanningin varpar ljós á økir, sum higartil í stóran mun hava ligið í myrkri. Tað er okkara vón, at vit sum fakfeløg við hesi kanningini fáa eitt betri útgangsstøði at viðgera og loysa teir trupulleikar, sum standast av lønardumping og óskipaðum viðurskiftum. Hetta er okkara felags ábyrgd sum fakfeløg, ið eisini skal viðvirka til, at tað verður lættari at finna loysnir saman við politisku skipanini og arbeiðsgevarunum.

Vælkomin til framløguna hjá Liljuni Weihe undir heitinum “Arbeiðsmarknaðarkanning um óskipaði viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum”, sum verður í Smæruni mánadagin 5. august klokkan 10.00.

 

Fakfelagssamstarvið                                   Føroya Handverkarafelag

Starvsmannafelagið                                    Havnar Handverkarafelag

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar     Havnar Arbeiðarafelag

Føroya Pedagogfelag                                 Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag                        Heilsuhjálparafelag Føroya

Akademikarafelag Føroya                          Heilsurøktarafelag Føroya

Føroya Lærarafelag                                   Føroya Fiskimannafelag

 


« Aftur
Næsta