týsdagur 16. juli 2019
Kjarnumál 1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
Kjarnumál 1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

27. juni 2019 - kl. 21:00


VIDEO: Starvsmannafelagið hevur kosið sær 6 kjarnumál í valárinum 2019. Síggj og hoyr stjórnmálafrøðingin Regin Berg greiða nærri frá kjarnumáli 1

 

Við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, íroknað døgurðasteðgin, fáast fleiri gagnligar avleiðingar, metir Starvsmannafelagið. Javnvágin millum frítíð og arbeiðslív verður betri, og harvið kann strongdin minka og familjusambondini styrkna. Somuleiðis gerst tað lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, eins og tey, ið arbeiða niðursetta tíð, nærkast eini fullari løn og eftirløn. Kanningar og royndir aðrastaðni benda eisini á, at ein styttri arbeiðsvika økir um dygdina í arbeiðinum, minkar um fráveruna og økir um nøgdsemið.

 

Starvsmannafelagið heldur: At arbeiðsvikan eigur at styttast niður í 37 tímar við lóg.

 

Tað er Regin Berg, sum hevur samskipað verkætlanina hjá Starvsmannafelagnum kjarnumál 2019. Hoyr hann greiða frá kjarnumáli 1 her:

 

Tey seks kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

 

1:Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

2:Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard

3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard

4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð

5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

6: Livikorskanningar, ið varp ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn
 

Lesið meira um kjarnaumálini á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Har ber eisini til at síggja hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema, www.starvsmannafelag.fo


« Aftur
Næsta