týsdagur 16. juli 2019
Flaggdagur er frídagur
Flaggdagur er frídagur

24. apríl 2019 - kl. 14:00


Flaggdagur 25. apríl er heilur frídagur, um tú arbeiðir undir einum av sáttmálunum hjá Starvsmannafelagnum.

 

Fáa starvsfólk álagt at arbeiða á einum frídegi sum flaggdegnum, skulu tey hava hægra yvirtíðargjaldið eftir sáttmálanum.

 

2. juni í ár eru 100 ár síðani, at Merkið, fyrstu ferð varð alment sýnt fram. Merkið varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga 25. apríl 1940.

 

Starvsmannafelagnum ynskir øllum limum góðan flaggdag.


« Aftur
Næsta