týsdagur 16. juli 2019
Partvíst viðhald í gerðarrættinum
Partvíst viðhald í gerðarrættinum

24. apríl 2019 - kl. 12:00


Fasti Gerðarrættur: Manningin hevði rætt til yvirtíðarløn fyri 18 av teimum 30 tímunum, sum fóru út um vaktarskiftið og inn í frívaktina hjá manningini, tá ið Tjaldið var og hjálpti við at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Starvsmannafelagið fær partvíst viðhald í gerðarættarmáli móti Fíggjarmálaráðnum.

 

Kravið hjá Starvsmannafelagnum var, at Fíggjarmálaráðið skuldi viðurkenna at limir felagsins umborð høvdu rætt til yvirtíðarløn fyri allar 30 tímarnar, sum Tjaldið varð seinkað orsakað av bjargingini í juni 2017.

 

Niðurstøðan hjá Fasta Gerðarætti er, at sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum skal tulkast soleiðis, at manningin í slíkum førum ongantíð hevur rætt til yvirtíðarløn fyri meira enn 12 tímar fyri hvørjar 24 tímar, sum fara inn í frítørn.

 

Frá 15 til 18 tímar

Sostatt skulu mennirnir bert hava løn fyri 12 tímar fyri teir fyrstu 24 tímarnar, sigur gerðarrætturin. Hinvegin verður Fíggjarmálaráðið sum sáttmálapartur dømt at viðurkenna, at fyri teir 6 tímarnar, sum fóru inn í næsta samdøgrið, skulu mennirnir hava yvirtíðarløn fyri allar seks tímarnar.

 

Støðan hjá Vørn og Fíggjarmálaráðnum var, at menninir høvdu rætt til yvirtíð fyri 15 klokkutímar - 12 tímar fyri teir fyrstu 24 tímarnar og fyri helvtina av tímunum, sum skipið var seinkað í meira enn 24 tímar, t.v.s. 3 tímar.

 

Gerðarrætturin sigur, at grundarlag er ikki fyri eini tulking, sum sigur, at manningin í slíkum føri bert skal hava helvtina av tíminum, sum fóru útum teir 24 tímarnar. Her skuldu menninir hava samsýning fyri tað reellu arbeiðstíðina, sum var 6 tímar.

 

Málið varð avgjørt sum eitt mál um tulking av sáttmála og ikki sáttmálabrot, sum Starvsmannafelagið kravdi í fyrsta lagi.

 

Arbeiddu 30 tímar

Fríggjadagin 9. juni 2017 skuldi vaktarskifti vera á Tjaldrinum á middegi kl. 12. Manningin slapp tó ikki í land, tí skundboð komu um at sigla á Tvøroyri at vera við til at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic.

 

Trætan snúði seg um hvussu § 40, stk. 3 í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum skal tulkast. Tað er um hvussu manningin skal lønast, tá ið hon verður boðsend til sleip og bjargingaruppgávur, sum fer inn í frítørnið hjá manningini.

 

Manningin á Tjaldinum arbeiddi allan dagin, náttina við og dagin eftir. Og tað var ikki fyrr enn leygardagin, 10. juni kl. 18, at manningin slapp til hús. Samfullar 30 tímar eftir at vaktarskifti skuldi havt verið.

 

Einki um vaktarbrot

Starvsmannafelagið gjørdi galdandi, at menninir arbeiddu alla tíðina og gingu ikki vakt sum vanligt, t.v.s. 12 tíma arbeiði og 12 tímar hvíld. Og at teir tí skuldu hava samsýning fyri ta reellu arbeiðstíðina.

 

Men hesum tók rætturin ikki undir við. Gerðarætturin staðfestir, at sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevur ikki nakra áseting um sokallað vaktarbrot. Tað er ein skipan, har serlig samsýning verður latin fyri meirarbeiði, tá ið mennirnir bróta vakt, við at arbeiða meira enn 12 tímar um samdøgrið. Sáttmálarnir hjá Skipara og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarfelagnum hava ásetingar um vaktarbrot.

 

Tískil hevur manningin ikki krav uppá meira løn enn 12 tímar fyri hvørjar 24 tímar eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, staðfestir rætturin.

 

Starvsmannafelagið heldur

Úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti er ein millumloysn. Manningarnar fáa samsýning fyri 18 tímar heldur enn 15 tímar. Hinvegin verður staðfest, at skipanin við vaktarbroti í sambandi við bjarging ella sleip í frítørni, finst ikki í sáttmálanum. Vanliga vaktarskipanin, við 12 arbeiðstímum um samdøgrið, verður løgd til grund.

 

Úrskurðurin merkir, at sáttmálin má broytast, so at samsýning verður latin fyri at arbeiða meira enn 12 tímar um samdøgrið, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

 

-Tað er ikki rímiligt, at okkara limir verða boðsendir til slíkar vandamiklar bjargingaruppgávur, tá teir skuldu havt frí, har teir skulu arbeiði 30 tímar út í eitt, útsettir fyri eitrandi royk, uttan at fáa hóskandi samsýning afturfyri. Tí mugu vit fáa eina áseting um vaktarbrot í sáttmálan, sum líkist skipanini, ið manningarfeløgini hava, og verður hetta uttan iva eitt av krøvunum til sáttmálasamráðingarnar í heyst, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

 

..............

 

Fakta: Sáttmálatrætan

Kjarnin í sáttmálatrætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið var hvussu § 40, stk. 3 í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið skal tulkast:

 

Tá ið skip hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni eru seinkað orsakað av, at sleip/bjarging strekkir seg inn í avspákanartíðina hjá manningunum, fáa tær somu løn og avspákan sum fyri siglitíð eftir vanligari vaktarskipan + 30% yrkadagar og 40% sunnu- og halgidagar, tó ikki minni enn fyri 12 tíma arbeiði. Stk. 3 er bara galdandi, um skipið er seinkað meira enn 3 tímar roknað frá vanliga fyriskipaðari avloysing (manningarskifti).


« Aftur
Næsta