hósdagur 27. juni 2019
Talgilt undanval er 16. februar-8. mars
Talgilt undanval er 16. februar-8. mars

15. februar 2019 - kl. 11:00


NEVNDARVAL: Frá leygardegi 16. februar til fríggjadagin 8. mars kl. 15 hava tey, sum ikki koma á aðalfundin 9. mars, høvi at velja nevndarlimir á einum talgildum undanvali.

 

Við støði í viðtøkum felagsins um brævatkvøður skipar Starvsmannafelagið aftur í ár fyri talgildum undanvali til nevndarvalið.

 

2 nevndarsessir skulu mannast á aðalfundinum hesaferð. 5 fólk stilla upp.

 

Hetta merkir, at tú sum limur í Starvsmannafelagnum kanst sita við telduna, heima við hús, á arbeiðsplássinum ella aðrastaðni og greiða atkvøðu.

 

Til ber at velja í mesta lagi tvey av teimum fýra valevnunum, sum stilla upp til nevndina.

 

Vend tær til felagið
Ætlar tú at velja talgilt skalt tú venda tær til Starvsmannafelagið. Send ein teldupost til starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella ring tlf. 614868, 284868 ella 214768.

 

Felagið útflýggjar tær eitt leinki til eina heimasíðu og títt limanummar, sum tú skalt nýta, tá ið tú greiðir atkvøðu.

 

Tú fært samstundis eina skrivliga vegleiðing um hvussu tú bert teg at við at velja.

 

Seinasta freist: 8. mars kl. 15
Seinasta freist at velja talgilt er fríggjadagin 8. mars kl. 15.00. Tað merkir, at atkvøðan skal verða greidd í seinasta lagi hetta tíðspunktið.

 

Atkvøðurnar frá undanvalinum verða latnar til Advokatvirkið, Sigmund Poulsen, adv. og verða taldar upp saman við atkvøðunum, sum verða avgreiddar á aðalfundinum 9. mars.

 

Um limi av serligum grundum berst frá at velja talgilt og heldur ikki fer á aðalfundin, verður hon ella hann biðin um at venda sær til skrivstovu felagsins og gera vart við hettar.

 

 


« Aftur
Næsta