týsdagur 19. november 2019
Við sjúku hjá børnum
Um so er, at barn hjá limi fær eina av niðanfyristandandi hættisligum sjúkum, verða 150.000 kr. útgoldnar beinanvegin sjúkan er staðfest.
Tryggingin fevnir um børn í aldrinum 6 mánaðir til og við dagin fyri fylta 18. ári. Tó er tíðarskeiðið eitt annað fyri miss av sjón og hoyrn.

Hættisligar sjúkur hjá børnum umfata:
  • • Illkynjaða krabbameinssjúku (§ 9 A)
• Hjartaloku-skurðviðgerð (§ 9 D) **
• Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICD eind (hjartakvikli) (§ 9 E) **
• Slag (heilabløðing/blóðtøppur í heilanum) (§ 9 G) **
• Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma), æðraavskapan í heilanum (AV-malformation) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum (§ 9 H) **
• Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu (§ 9 I) **
• Disseminerað sclerosa (§ 9 J) **
• HIV-ígerð av blóðgávu (§ 9 M)
• AIDS (§ 9 N)
• Nýrasvignan (§ 9 O)
• Flutningur av størri yrkisgøgnum (§ 9 P) **
• Miss av sjónini (§ 9 R)
• Miss av hoyrnini (§ 9 S)
• Meningitis (§ 9 V)
• Fylgir eftir bruna í heila- ella heilaserki (§ 9 W) **
• Týðandi brunaskaðar (ambustio) (§ 9 X) **
• Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð (§ 9 Z)**
• Histiocytosir og fibromatosir (§ 9 Æ)**
* Frá 01.01.2010
** Frá 01.01.2014
 
Fyrningarfreistin er tvey kalendaraár eftir at sjúkan er staðfest, t.d. um tú fær staðfest eina av omanfyri nevndu sjúkum tann 1.oktober 2019, skal Starvsmannafelagið ella LÍV hava móttikið umsókn um trygging innan 1. januar 2022.
 
 
Verður tryggingarupphæddin útgoldin, gevur sama barn ikki rætt til fleiri útgjøld, um so er, at ein hættislig sjúka rakar av nýggjum.

Meiri fæst at vita um hesa trygging á heimasíðuni hjá Føroya Lívstrygging.