týsdagur 19. november 2019
Við sjúku hjá limum
Felagið hevur teknað trygging fyri limin, um hættislig sjúka verður staðfest. 

Útgjaldsupphæddin er 150.000 kr. Henda upphædd er skattafrí og verður útgoldin beinanvegin, sjúkan verður staðfest.

Hættisligar sjúkur hjá limum umfata:
A. Krabbameinssjúku (cancer)
B. Blóðtøpp í hjartanum (hjartainfarkt)
C. Bypass-skurðviðgerð ella ballónvíðkan fyri krúnu-lívæðrakálking
D. Hjartaloku-skurðviðgerð
E. Lívshóttandi óregluligur pulsur, við ísetan av ICDeind (hjartakvikli)٭
F. Aorta sjúka (Sjúka í meginlívæðrini)٭
G. Slag (Heilabløðing / blóðtøppur í heilanum)
H. Bjølgar á lívæðrum í heilanum (innanskalla sakkulat aneurisma) æðraavskapan í heilanum (AVmalformatión) ella kavernøst (poknut) angiom í heilanum٭
I. Ávísir góðkynjaðir vøkstrir í heila ella mønu
J. Disseminerað sklerosa
K. Motorisk neuronsjúka (MND)٭
L. Vøddasvinn
M. HIV-ígerð, sum er fylgja eftir blóðgávu ella ar-beiðstreytaðari smittu
N. AIDS (eyðkvæmi)
O. Nýrasvignan
P. Flutningur av størri yrkisgøgnum
Q. Parkinsons sjúka - Paralysis agitans
R. Miss av sjónini
S. Miss av hoyrnini
T. Alzheimers sjúku٭
U. Creutzfeldt-Jacobs sjúku
V. Meningitis - bert galdandi fyri børn tryggjaða/u
W. Fylgjur eftir bruna í heila- ella heilaserki٭
X. Týðandi brunaskaðar (ambustio)٭
Y. Varandi hjartasviknan í sambandi við ísetan av ICD/CRT-eind ella haldføra mekaniska hjartapumpu, t.d. Heartmate**
Z. Hjartasjúka, ið krevur skurðviðgerð – bert gald-andi fyri børn tryggjaðu/a**
Æ. Histiocytosir og fibromatosir – bert galdandi fyri børn tryggjaðu/a**
Ø. Fylgjur av Borreliaígerð ella Tick Borne Encephalitis (TBE)***
* Frá 01.01.2010
** Frá 01.01.2014
*** Frá 01.01.2017
 
  Fyrningarfreistin er tvey kalendaraár eftir at sjúkan er staðfest, t.d. um tú fært staðfest eina av omanfyri nevndu sjúkum tann 1.oktober 2019, skal Starvsmannafelagið ella LÍV hava móttikið umsókn um trygging innan 1. januar 2022.
 
 
Meira fæst at vita um hesa trygging á heimasíðuni hjá Føroya Lívstrygging.